Týskir myndugleikar hava sambært tveimum týskum miðlum megnað at identifiserað bátin brúktur í sambandi við spreingingina av Nord Stream 1 og 2, skrivar norska TV 2.
Sambært bæði ARD og Zeit hava fimm menn og ein kvinna leigað eina játt frá ukrainskum felag í Póllandi. Teir seks persónarnir brúktu falskt pass, og teirra tjóðskapur er ókendur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo