IRF: Meira enn helmingurin av burturkastinum í Føroyum kemur frá vinnuni. Tí er tað sera týdningarmikið, at fyritøkur og stovnar skilja burturkastið betur, soleiðis at so nógv sum gjørligt kann endurvinnast til nýggjar vørur.
Saman við vinnuni arbeiðir IRF áhaldandi við at minka um skeivar skiljingar av burturkasti.
Landspolitiskt verður eisini arbeitt við nýggjari kunngerð, ið skal leggja lunnar undir, at so nógv burturkast sum gjørligt verður endurnýtt og endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt.
Síggj filmin, sum varpar ljós á týdningin av skiljing hjá vinnuni, niðanfyri.
Hvussu skal burturkastið skiljast?
Við skiljiskjáttuni hjá IRF er tað sera skjótt at fáa eitt yvirlit yvir ymisku burturkastbólkarnar, og hvussu teir skulu skiljast.
Í skiljiskjáttuni ber til at velja ávísar burturkastbólkar á forsíðuni, men tað er eisini sera lætt at brúka leititeigin, og á tann hátt finna út av, hvussu tú burturbeinir júst tað, sum tú ivast í.
Skiljiplakatir og myndatekin
Nógv burturkast kemur inn til IRF frá byggivinnuni og sjóvinnuni. Fyri at gera skiljingina av burturkasti so skynsama sum gjørligt, hevur IRF gjørt tvær vegleiðandi skiljiplakatir við ymsu burturkastbólkunum hjá ávíkavist byggi- og sjóvinnuni. Skiljiplakatirnar kunnu takast niður her: https://skiljiskjattan.irf.fo/tilfar
Eisini er ómakaleyst hjá fyritøkum at brúka myndatekin at seta á ruskíløt og bingjur. Myndateknini kunnu takast ókeypis niður her, og tey kunnu nýtast frítt í almennum og vinnuligum høpi.
Ráðgeving til stovnar og vinnuna
Alsamt fleiri arbeiðspláss vilja fegin í gongd við at skilja meira, men ofta eru nógv ivamál um t.d. hvørjar skiljingar eru mest viðkomandi og hvørji íløt skulu keypast. Fyri at náa hesum máli er eyka starvsfólkaorka sett av til at taka sær av allari ráðgeving hesum viðvíkjandi. Setið tykkum í samband við IRF, um tit ynskja vegleiðing og ráðgeving frá okkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo