Tórshavnar kommuna: Tað var eitt samt býráð, sum á fundi 30. mai 2024 samtykti at loyva tvívegis bilferðslu á ovasta parti av Karlamagnusarbreyt.
Seinastu árini hevur ferðslan verið einvegis niðaneftir frá Ingibjargargøtu til Skúlan við Løgmannabreyt, tí bygging er farin fram í økinum. Nú er tó aftur loyvt at koyra báðar vegir.
Kommunan eftirmetir broytingina í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo