Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit frøðast øll um nýggju tunlarnar Norð um Fjall. Hetta hevur verið harðliga tiltrongt í fleiri ár og loksins eru teir har til mikla gleði fyri okkum øll sum javnan brúka teir. Men sæð úr túninum í Svínoy er tað er sera sorgblítt at standa og hyggja at meðan øll onnur øki í landinum verða lyft og eingin skoytir okkum ein tanka.

Og soleiðis hevur tað verið leingi, alt ov leingi. Tá fyrru tunlarnir komu og frammanundan tí var Svínoyarbygd líka stór sum Viðareiðisbygd. Báðar bygdirnar í Fugloy tað sama, meðan bygdirnar í tronganum millum triðing og helvt av tí.

Másin bleiv bygdur tá tíðin longu var farin frá honum fyri 65 árum síðan. Tað gingu bæra 6-7 ár so høvdu bygdirnar eystan Múla fingið annað tíðarhóskandi samband, meðan Svínoy og Fugloy hingu uppá Másan og gera tað enn, hóast tað er Ritan sum nú røkir sambandi, tó í somu rutu sum Másin gjørdi tá.

Fylgirnar av hesum eru eyðsýndar í dag. Vit síggja tað í fólkatalinum. Har er fólkatali vaksi hesi árini, meðan her og har úti er einki fólk eftir. Tey hava enntá klára at rópt seg til nýggjar og dagførdar tunlar, okkum øllum at gagni. Meðan her er alt nærum deytt. Her er ongin sum orkar at rópa longur, og tað síggja vit aftur í tí sum politiski myndugleikin leggur okkum fyri dagin.

Ein nýggjan Mása til at gera tað sama sum í dag, bjargar ongum! At framskriva verðandi samband við einum nýggjum skipi, kann bara ikki góðtakast. Tað er at bíta høvdið av allari skomm!

Nýggja landsstýrið hevur í sínu stevnu at byggja nýggj strandfaraskip. Alt gott um tað, tey treingja til at vera skift. Men Svínoy hevur brúk fyri einum nógv betri sambandi. Nýtt skip ja, men leiðin má hugsast av nýggjum. Svínoy er ikki oyggj sum Skúvoy, Fugloy og Mykines at røkja samferðsluliga, men skal oyggin javnsetast við Nólsoy og Kallsoy í so máta. Hetta sigi eg, tí at tað ber til at at gera tað so, og enntá nógv betri. Styttsta leið millum (norð)Toftir og Havnina í Svínoy er bara 10min sigling og altíð siglandi, tí øki er vart fyri havaldu á øllum ættum.

Fyri Svínoy viðkomandi er betur at landsstyrismaðurin gloymir alt um hatta skipi fyribils, og brúkar peningin uppá ein 1700m tunnil, við eini atløgubryggju yviri í Havn. Tá kundu vit t.d. havt Sam í nøkur ár fram.

Tað er ikki at tveita pengar burtur.

Svínoyggin hevur eitt veldugt uppland. Verandi bygda lendi í Klaksvík kann standa 5 falda á slættlendinum um Eiði í Svínoy. Verður gróti frá tunnlinum brúkt skynsamt út úr Havnarenni soleiðis at ráki verður skotið frá landi, kann rættuliga stór mongd av laksi alast har. Á slættananum á oynni, ella frá hálsinum út á Eysturhøvda er stórt uppland til t.d. vindmyllur. Møguleikarnir eru ótaldir og liggja beint til høgrabeini at seta í kassan. Væl at merkja um avleveringin ella uppleggi er tað rætta frá landstýrismanninum.

Tit háttvirdu tingfólk fyri norðoyggjar. Nú eigur Svínoyggin tørn. Øll hini hava fingið og fleiri nú samband nummar tvey. Hugstoytt tá ein av okkara heldur at Nólsoy er stórsta útoyggj sum ikki hevur samband. Svínoy er tríggjar ferðir so stór sum Nólsoy skal eg heilsa.

Kom nú og lyft gloymda gimsteinin í Føroyum, Svínoy!

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo