Hægstirættur í USA hevur havnað áheitanini hjá Donald Trump um at útseta revsingarásetingina í málinum um at gjalda sonevndu hússj-hússj-pengarnar til fyrrverandi pornosjónleikarakvinnuna Stormy Daniels, skrivar DR.
Klokkan 09.30 lokala tíð í dag verður revsingarásetingin kunngjørd við dómstól á Manhattan í New York - tað vil siga klokkan 14.30 okkara tíð.
Millum dómararnar, sum atkvøddu ímóti áheitanini hjá Trump vóru hægstarættarforsetin John Roberts og konservativi dómarin Amy Coney Barrett, sum er tilnevnd av Trump sjálvum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo