Tvøroyrar kommuna: Komandi leygardag, 27. mai, fer tað, ið nøkur hava valt at kalla “Føroya størsta ruddingartiltak”, av bakkastokki. Trongisvágsbotnur, ein sonn perla frá náttúrunar hond, skal ruddast.
Tað skerst ikki burtur, at um ein vitjar staðið, ella eygleiðir tað úr erva, so er økið sera illa dálkað við burturkasti, ið er rikið upp gjøgnum árini. Túsundtals boyur, rekaviður, ein aliringur og annað, ið ikki hoyir til í vakra umhvørvinum.
Teir báðir, Otto Gram, lærari í Tvøroyrar Skúla og Petur Martin Johannesen, organistur og lærari á Suðuroyar Musikkskúla, sótu tíðliga í vetur á lærarastovuni í Tvøroyrar Skúla og prátaðu um leyst og fast. Tosið kom inn á Trongisvágsbotn og hvussu dálkað har var. Báðir vóru teir samdir um, at okkurt átti at verið gjørt við trupulleikan. Hugskotini eru ofta mong millum manna, men her var so eitt prát, ið førdi til nakað ítøkiligt.
Otto sigur, at teir vendur sær alt fyri eitt til Tvøroyrar Kommunu við hugskotinum og her vórður teir møttir við stórari vælvild. Kristina Kambskarð Sørensen, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar Kommunu, skipaði fyri fundi og setti harvið kommunala apparatið í gongd.
Otto og Petur Martin høvdu frá byrjan av eina nágreiniliga ætlan fyri, hvussu tiltakið skuldi samskipast og hesum hava teir hildið fast í. Beinanvegin bleiv tosað við Hagastýrið fyri Botnhaga og eisini har, var stór vælvild víst ætlanini.
Í vár, tá Otto var á útferð við Ítróttarbreytini í Tvøroyrar Skúla, í Trongisvágsbotni, sá Otto eina undrunarsama sjón. Í Botnhaga stóð “Kom við”, skrivað við boyum, ið vóru riknar á land. Otto visti tá ikki hvat hetta var fyri nakað, men fann síðan útav, at tað var umhvørvisfelagsskapurin Ringrás, ið saman við Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni, hevði ætlanir um júst tað sama.
Í staðin fyri at partarnir arbeiddu hvør fyri seg, bleiv beinanvegin gjørt av, at partarnir skuldu arbeiða saman. Sostatt er hetta ein samanrenning av fleiri áhugapørtum, ið nú leygardagin fer at rudda.
Otto sigur, at vælvildin hevur verið heilt einastandandi. Fyrst verður avfallið savnað og sorterað – plast og metal verður tað, ið skal burtur fyrst og fremst. Hetta verður savnað saman í stórar sekkir, ið so seinni í summar verða fraktaði burtur við tyrlum frá MRCC. Eins og MRCC, so stuðlar IRF eisini tiltaknum, við at taka ímóti avfallinum. IRF ger hetta uttan kostnað, sambært Kristinu Kambskarð Sørensen, forkvinnu í IRF. Privatar fyritøkur og reiðaríir hava eisini stuðlað tiltakinum fíggjarliga.
Tvøroyrar Kommuna hevur verið við allan vegin og eigur hon stóra tøkk fyri tað, sigur Otto. Otto væntar at ruddingin verður liðug tíðliga, seinnapartin leygardag.
“Øll eru hjartaliga vælkomin við, men sera gott hevði verið, um tit kundu sent mær ein teldupost og boða mær frá at tit koma, á otto.gram(at)skulin.fo.
Bæði fyri at vit kunnu hava trygdina í hásætinum, men eisini av tí, at Tvøroyrar Kommuna letur matpakka til tey, ið vilja luttaka,” segði Otto at enda.
Vit kunnu leggja afturat, at tað er ikki serliga trupult at ganga oman í Trongisvágsbotn, hóast kanska tungt fyri summi. Tó, um gingið verður soleiðis, sum fyriskipararnir ráða til so nýtist eingin at stúra. Latið tykkum í eftir umstøðunum og møtið upp í góðari tíð.
Farið verður avstað kl. 09:30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo