Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ovurmikil eldkúla er í nátt tann 1. paríl, kl. 04.32, sædd yvir Føroyum.

Talan var um loftstein, sum við miklari ferð rakti lofthválvið, og partur av loftsteininum er funnin í Gásadali.

Talan er um ein stein á stødd við ein hondbólt.

Serfrøðingar úr ma. Bretlandi hava út frá myndum og eygnavitnum staðfest, at talan er um einki minni enn eina heimssensasjón!

Ole J. Knudsen frá Danmarks Geologiske Institut sigur, at torusteinar eru sjáldsamir, og roknað verður við at hesin er partur av sonevnduum “Svørtum holi”.

Massin, ella tyngdin er mett at vera millum 30 og 35 tons.

Ole J. Knudsen sigur eisini, at steinurin helst er fleiri milliónir ára gamal.

Mett verður, at steinurin kann siga granskarum nógv meira um sonevndu “svørtu holini”, sum við sínum massa súgva alt til sín.

Ole J. Knudsen vísir eisini á, at steinurin er dánarfæ og skal tí latast Statens Naturhistoriske Museum.

Hepni finnarin, sum ikki ynskir at vera nevndur, kann rokna við eini munandi finningarløn.

Roknað verður við, at tá ið steinurin er fluttur til Keypmannahavnar, verður finnarin boðin til Ráðhúsið í Keypmannahavn, og umframt pannukøkur fær hann ikki minni enn 20 milliónir krónur.

Føroyskir politikarar eru ikki so fegnir um, at steinurin skal til Danmarkar.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og uttanríkismálaráðharri, hevur beinleiðis sent mótmæli til danska forsætisráðharran Mette Frederiksen, har ført verður fram, at undirgrundin eins og yvirgrundin eru føroysk.

Myndugleikarnir bera ongan ótta fyri at steinurin verður stjolin.

Mett verður at eingin er førur fyri at flyta steinin, sum tí liggur óvardur og kunnu øll síggja hann, hava tey hug til tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo