Nógv møttu upp til áhugaverda bókarframløga, sum var í S.O.R.-fighterhøllini mánakvøldið 26. august 2019 kl. 19.00. Tað var bretin Tony Barnes, sum legði fram aðru bók sína í røðini um bretsku hersetingina í Føroyum.
Fyrsta bókin, The Faroe Islands Force 1940 - 1945, sum kom í 2013, snýr seg um bretska herin, sum var her í Seinna heimsbardaga.
Seinna bókin, sum nú er komin, snýr seg um The Royal Navy og The Royal Marines.
Seinasta bókin, sum væntandi verður liðug um stívliga eitt ár, er um The Royal Air Force, sum hevði stóran leiklut í Føroyum undir krígnum.
Tony er Barnes hevur arbeitt í bretsku fregnartænastuni og er serfrøðingur í teimum evnum, sum hann skrivar um.
Bøkurnar eru ikki prentaðar, men tey sum høvdu ein geyma við fingu bøkurnar ókeypis.
Á framløguni nevndi Tony Barnes eisini, at hann møguliga fer undir at granska í týskum skjalagoymslum, serliga at vita um nakað er at finna um týska ætlan at herseta Føroyar.
Ivan Niclasen, krigsvarpsstjóri, sum hevur samstarvað við Tony Barnes, segði í stuttari røðu, at arbeiðið, sum Tony Barnes ger, er sera virðismikið fyri Krígssavnið og føroyska søgu sum heild.
Sum eina tøkk og viðurkenning fyri frálíka arbeiðið, handaði Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið, Tony Barnes ein vakran málning, sum Pól Skarðenni hevur málað.
Aftantá framløguna gekk prátið lystiliga, saman við einum góðum kaffimuði við køkum afturvið.
Sjálvt Krígssavnið er flutt í eystara partin í S.O.R.- bygninginum, men er ikki liðugt sett upp enn, og er sostatt ikki opið. Vónandi verður latið upp fyri almenninginum seinni í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo