Fríggjadagin 19. mai bjóðar Strandferðslan øllum til 100 ára hald í SALT á Drelnesi, og sama dag skal tingformaðurin royna at manna sítt lið í tingsalinum, har illa hevur gingist hjá honum tvær ferðir higartil.
Suðriatingfólkini fáa tvey í at velja, 100 ára hald í SALT ella atkvøðugreiðslu í tingsalinum.
Fríggjadagin 19. mai bjóðar Strandferðslan øllum til 100 ára hald í SALT á Drelnesi. Á skránni verða pallborð, móttøka og framsýning. Smyril siglir av Havnini um morgunin og norður aftur um kvøldið í sambandi við tiltakið
Framløgur og orðaskifti
12:30: Vælkomin
12.35: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, um støðuna hjá stovninum og framtíðina, m.a. við atliti at øktum inntøkumøguleikum.
12:55: Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, um støðuna á samferðsluøkinum og væntaðar broytingar í ferðslumynstrinum
13:15: Hans Pauli Strøm, Hagstova Føroya, um broytta búsetingarmynstrið í Føroyum gjøgnum tíðirnar, m.a. við minkandi fólkatali á smáplássum
13:35: Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, um vaksandi ferðavinnu í Føroyum og tørvin á góðum ferðasambandi og tænastum innanlands
13:55: Óluva Zachariassen, Hestur, um týdningin av at hava gott ferðasamband, og hvussu umstøðurnar eru at virka á útoyggj
14:15: Orðaskifti. Orðstýrari er Uni Arge
Móttøka og framsýning
15:15: Henrik Old, landsstýrismaður, letur framsýningina upp um samferðsluna í Føroyum
15:20: Hilmar Eliasen, stjóri, greiðir frá framsýningini
16:00: Jóannes Eidesgaard og Robert McBirnie hugleiða um ferðing fyrr og nú.
16.30: Ólavur Rasmussen um Verkætlan SALT
17.30: Liðugt
Tvøroyrar hornorkestur spælir á tiltakinum. Smyril siglir kl 09.30 av Havnini og norður aftur kl 18.30
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo