Tjóðveldi: Tíðin er farin frá tí sokollaða ríkisfelagskapinum, sum vit kenna hann í dag. Støðan er, at vit áhaldandi møta múrum úti í heimi, sum antin forða ella avmarka okkum í at virka og luttaka fyri Føroyar og sum føroyingar.
Danski forsætismálaráðharrin Mette Fredriksen ynskir sær ein ríkisfelagskap millum javnbjóðis partar. Tað segði hon í sínari talu, tá Fólkatingsárið varð sett í heyst.
Men hvat halda føroyingar og politisku flokkarnir í Føroyum um hetta? Ynskja politisku flokkarnir eina loysn innanfyri ríkisfelagskapin millum tveir javnbjóðis partar?
Hetta spyrja vit mikukvøldið í Smæruni kl 19.30-21.30
Hvat er ein ríkisfelagskapur millum javnbjóðis partar?
Tað hava Kristian Joensen, námslektari og Bárður Larsen, lektari, kannað í einari tíðargrein ið kallast "Ríkisfelagskapurin (sokallaði) 2.0 - við lógaruppskoti til Lóg um sjálvræði Føroyar".
Teir skriva, at hvørki danir øðrumegin ella føroyingar hinumegin, ella føroyingar sínamillum, eru samdir um, hvørja náttúru heimastýrisskipanin hevur, ella um heimastýrisskipanin er ein varandi skipan ella eitt stig á leiðini móti einum føroyskum stati.
Í tíðargreinini eru 8 tættir - 8 lógargreinar, sum við einum løgfrøðiligum atliti viðgerð hvussu ein loysn kundi sæð út, um tað skuldi verið ein ríkisfelagsskapur millum tveir javnbjóðis partar.
Tí skipa vit fyri einum almennum tiltaki
Vit halda, at politisku flokkarnir eiga at viðgera hetta evnið nærri fyri at síggja, hvar ein semja kundi verið funnin millum flokkarnar. Hevur tú hug at vera við til hetta kvøldið, so er bara at koma í Smæruna mikukvøldið. Kristian Joensen fer at greiða nærri frá tíðargreinini, og síðani fara forfólkini í politisku flokkunum undir eitt pallborðsorðaskifti, sum Rógvi Olavson stýrir.
Skrá:
19.30 - Rógvi Olavson, orðstýrari, bjóðar vælkomin
19.35 - Kristian Joensen hevur upplegg um tær 8 lógargreinirnar
20.05 - Kaffisteðgur á 15 minuttir
20.20 - Pallborðsorðaskifti við umboðum fyri politisku flokkarnar.
21.30 - Liðugt
Høvi verður at seta Kristiani Joensen og pallborðsluttakarunum spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tey sum ikki hava møguleika at møta í Smæruni, kunnu fylgja við í beinleiðis stroyming. Meira kunning um hetta verður á facebooksíðu Tjóðveldis.
Við vón um góða uppmøting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo