Tað er ikki ofta á lívsleiðini at man hevur kent ein persón gjøgnum 47 ár, sum ongantíð hevur sagt nei til at veita einum eina tænastu ella eina hjálpandi hond við onkrum.
Tað fall mær í lut tá ið eg kom at kenna svágur mín Hugo Thomsen.
Ein so nógv avhildin, vinsamur og fyrikomandi maður, altíð við tí góða orðinum.
Hugo var sonur Lauru og Jóhannes Thomsen, sum umframt Hugo áttu Sonju og Birgit.
Hugo var giftur við Noomi og eiga tey sonin Johan.
Eftir stutta sjúkalegu andaðist Hugo 13. Juli 2024 bert 67 ára gamal.
Hesi síðstu árini starvaðis Hugo á Kjølbro Heilsølu. Høvuðsarbeiði hansara var at veit proviant til fiski- og skipaflota okkara.
Tey sum hava til arbeiðis at veita tænastur til skipaflotan eru tøk 24/7.
Tá vit vóru saman í fríløtum, kom ofta fyri, at telefonin hjá Hugo ringdi, onkur skipskokkur manglaði okkurt.
“Nei tað er eingin trupulleiki, nær sigla tit, eg komi umborð við tí um ein hálvan tíma,” var svarið frá Hugo.
Soleiðis var hann, sera álítandi í arbeiði sínum.
Hugo kom at kenna nógv fólk í sínum arbeiði. Hann var sera prátingarsamur og fyrikomandi.
Tá vit fylgdust gjøgnum býin, tá okkurt serligt tiltak var í býnum, og nógv avbygdafólk var í gøtunum, steðgaðu vit ofta fyri at práta við onkran sum Hugo kendi.
Onkuntíð spurdi eg hann um hann ikki bara kundi siga “Hey” og ganga víðari. Hugo smíltist og segði gakk tú bara víðari.
Í 30 ár hava Hugo og eg verið makkara í kortspæli, sum vit spældu vetrarkvøldini saman við vinmonnum.
Nú er stólurin yvirav mær við kortborið tómur.
Saknurin er stórur.
Tað er ringt at skilja hví ein so lívsfrískur persónur so brádliga verður tikin frá okkum.
Eg kann so einans goyma tey góðu minnini, eg havi um hann.
Harrin veri hjá tykkum Noomi og Jóhan.
Friður veri við minninum um Hugo Thomsen.
Dánjal Klakk
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo