Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

So verður sagt, at í himmalsku hæddunum situr ein, sum valdar øllum, og at hann er rættvísur. Hann hevur fingið eina avbjóðing, tí har er nú diskotek. Plátuvendarar í besta Miami Vice-stíli eru Suni Reinert og Petur Slyne. Úr hátalarunum dunar ”Forever Young” hjá Alphaville. Um hin alvaldi biður teir skrúva niður, tí einglarnir skulu hvíla seg, eftirlíkar Petur. Men ikki Suni, sum júst er møttur. Hann skrúvar harðari frá og sigur: ”Bad luck, hann sjálvur! Tú hevur sjálvur biðið um tað!”

Rættvíst er tað ikki, at Suni Reinert 12. august mátti lúta fyri herviligari krabbasjúku bara 47 ára gamal. Meining gevur tað heldur ikki. Júst ein mánað eftir, at hann bar hjartavin sín út eftir gólvinum í Vesturkirkjuni, fór hann sjálvur. Hann hevði sett sær fyri at stríðast, tí av natúr var hann ein figthari, og hann stríddist fyrimyndarliga væl í fimm mánaðir. Men at enda maktaðist hann og mátti siga hesum fagra og tó so eirindaleysa heimi farvæl.

Suni Reinert var eitt sjarmerandi lívsstykki. Lættlyntur, altíð fryntligur og ofta herliga og kerliga speiskur. Vit komu at kennast um 10 ára aldur og spældu fótbólt saman í dreingjunum og unglingunum hjá HB og seinni á besta liðnum. Hann var elegantur og snúðin sum fótbóltsspælari og festligur og trúgvur sum vinur í skiftirúminum og býarlívinum. Tú kundi ikki annað enn vera góður við hann. Í sínum stóra vinarskara var hann tann humoristiski og savnandi stigtakarin.

Fyrra helming av 80’unum trilvaðu vit allir okkum fram í ymsum leiki. Eitt tað mest spennandi vóru innandurakappingarnar í fótbólti í høllini á Hálsi. Dreingir streymaðu í høllina við sínum liðum úr eysturbýnum, vesturbýnum, miðbýnum og Hoyvíkini. Liðið hjá Suna og teimum æt Liverpool. Hetta argaðu vit hann áhaldandi við, tí hann var svorin Tottenham-fjeppari! Okkara æt Stoffalág Bóltfelag, SB. Har vóru eisini H71 og eitt lið, sum kallaðist Villir Hestar.

Hesi liðini endaðu oftast í finalubólkinum, og mangan var rokaligt, tá slagið skuldi standa. Men tá av var hæsað, vóru somu dreingir sameindir – í HB. Suni kom í HB í dreingjadeildini, tí hann byrjaði í B36. Ímóti sínum vilja, undirstrikaði hann hálvgum skemtandi. Rætt mundi hetta vera, tí longu í 1982 kluvu vit nakrir, eisini Suni, upp á girðingina í Gundadali aftan fyri FM-liðið hjá HB at síggja tað verða avmyndað. Har standa vit enn og fagna okkara HB-fyrimyndum.

Í 1987 fór dreingjaliðið uttanlands at royna seg. Leiðin gekk til Danmarkar at kappast í Odsherred Cup og Copenhagan Cup. Ferðin eydnaðist avbera væl. Í fyrru kappingini komu vit í finaluna, har vit taptu ímóti einum liði úr París. Per Røntved, kendi danski landsliðsspælarin, handaði okkum silvurmerkini. Í teirri seinnu kappingini vóru vit eina brotssparkskapping frá finaluni. Fylkir úr Íslandi fekk plássið og tapti ímóti Brøndby.

Samanhaldið á túrinum var einastandandi gott, og ikki minst var skemtiligt at uppliva skálkabrøgdini hjá Suna. Hann var lívligur sum fáur. Kundi vera ein íspegil. 

Tá unglingatíðin var av, fóru menn í ymsar ættir, men summir hildu fram á 1. liði. Suni var ein. Hann spældi fyrsta landskappingardystin fyri HB sum 18 ára gamal 3. juni í 1989. Dysturin kundi ikki verið betur valdur, tí hann var ímóti KÍ á Norðoyastevnu. Tá fyrri hálvleikur var av, var KÍ á odda 1-0, men endin gjørdist, at vit vunnu 7-1. Suni kom á vøllin í seinna hálvleiki, og long tíð gekk ikki, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið til 6-1.

Tá KÍ og HB spældu á Summarfestivalinum 10. august í ár, lá hann illa sjúkur á Bispebjerg. Vildi inniliga verið hjá honum, men sat á Mallorka og skrivaði tí saman við honum. Tá dysturin var liðugur, sendi eg honum stutt boð: ”HB basti KÍ! Yes!” Hann svaraði við V-tekninum og tveimum smileys. Eitt sindur meira enn eitt samdøgur seinni var hann farin.

Familjan og nógvir góðir vinmenn vóru síðstu tíðina um Suna. Summir vinmenn tørnaðu til úr Keypmannahavn og Noregi og aðrir úr Føroyum. Tá Petur brádliga fór 7. juli, var høggið tungt. Men Suna so líkt fall hann ikki fátt. Hann tók stig til at savna allar vinmenninar kvøldið fyri jarðarferðina at hyggja at HM-fótbólti, tí hann tímdi ikki, at menn skuldu sita og kúra. Eftir jarðarferðina beyð hann øllum í barndómsheimið til meira góða samveru.

Soleiðis var hann. Fyritakssamur, fittur og sosialur. Hetta kom eisini til sjóndar á árligu jólaveitsluni við røstum kjøti hjá gomlum HB-arum. Allir vistu, at Suni gekk ígjøgnum heilt fyri at koma heim úr Danmark til veitsluna, og tú fórt ongantíð skeivur av honum, tá hann trein inn um dyrnar. Hann var í essinum. Á sama hátt var hann í jólaveitsluni hjá yngru vinmonnunum. Segði óteljandi søgur og spjaddi gott lag.

Suni Reinert var í arbeiðslívinum álitismaður. Gløggur, hugsaði og tosaði skjótt og dugdi væl at skriva. Hann fekk matematiskt studentsprógv í 1992 og tók seinni handilsliga útbúgving á Niels Brock. Í 10 ár var hann trafikkleiðari hjá Metro Service í Keypmannahavn. Starvið kravdi bæði umhugsni og neyvt yvirlit og tamarhald. Í fimm ár hevði hann sjálvur triði diskotekið, Jackways, í Keypmannahavn.   

Øll samvera við Suna er nú kvett. Og Petur. Svárt svíður saknurin hjá teimum, sum kendu teir, men teir verða ikki bara mintir við tungum sinni. Teir verða eisini fagnaðir við smílum, tí teir vóru so stuttligir og ungir í sinni og verki. Av somu orsøk er disiplinin farin heilt av lagi í teimum himmalsku hæddunum, og meðan einglarnir vena seg í andvekri, streyma orðini út um óendaliga hválvið:

Let us stay young or let us live forever
We don't have the power but we never say never
Sitting in the sandpit life is a short trip
The music's for the sad man

It's so hard to get old without a cause
I don't want to perish like a fading horse
Youth's like diamonds in the sun
And diamonds are forever

Bjart skína tveir gimsteinar nú í skærum sólarljósi – alt ov tíðliga farnir, men ongantíð gloymdir.

Við djúpastu samkenslu, øll tit, ið hava mist!

Uni Arge 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo