Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í dag slóknaði systur mín, Lisbeth L. Petersen, 85 ára gomul. Tað var ikki óvæntað, tí heilsan hevur verið sera vánalig seinastu árini. At síggja, hvussu pínd, hon var, serliga hesa seinastu tíðina, ber neyvan til við orðum at greiða frá.

Áðrenn hon fekk staðfest herviligu sjúkurnar Alzheimer og Parkinson, var hon var í langa tíð greið yvir, at okkurt bagdi henni. Hon visti bara ikki hvat. So kom úrslitið aftaná nógvar og drúgvar kanningar.

So við og við sóu vit onnur, at tað gekk afturá við heilsuni.

Og hvat við ræðuligi pínuni, ið mangan fylgir við, og krampunum, sum ikki vilja sleppa tí sjúkurakta? Eg havi ikki orð fyri øllum hesum. Við buldrandi ferð hesar seinastu vikurnar tóku sjúkurnar dik á seg og herjaðu á verjuleysu systur mína. Eingin heilivágur kundi hjálpa henni, og einki kundu vit gera annað enn at hyggja hjálparleys at.

Alt hetta mátti systur mín ígjøgnum.

Minnistalvan blank
Systur mín var júst komin til umlætting á Tjarnargarði í februar í 2020, tá Corona rættiliga fór at gera um seg. Hon hevði tað gott á Tjarnargarði. Í mars stongdi alt samfelag okkara niður í slow motión. Sum vitjandi sluppu vit vegna smittuvanda í mánaðir ikki inn at vitja hana.

Heimaftur kom hon ongantíð aftur. Í juni hetta sama ár flutti hon  á Boðanesheimið at búgva. Har hevði hon tað eisini gott, og øll starvsfólkini vóru góð við hana. Hon gjørdi einki um seg. Var sera friðarlig og tolin, og so líðandi hvarv minnið.

Hon mintist einki. Hon mintist ikki, at hon nakrantíð hevði verið uppi í politikki. Hon mintist ikki, at hon hevði verið borgarstjóri í Føroya fólkaríkastu kommunu, ella at hon hevði verið løgtingslimur og enn minni, at hon eitt fýra ára langt valskeið var fólkatingslimur. Og hon mintist heldur ikki, at eina ferð stóð løgmanssessurin henni í boði.

Hon var væl umtókt millum fólk, og hon gjørdi eitt stórt arbeiði, samfelagnum at gagni. Hetta frættist víða, og varð hon heiðrað við danska riddarakrossinum frá hennara hátign Margrethu drotning.

Men við eitt varð minnistalva hennara blank.

Á Boðanesheiminum hevur hon búð líka til nú, hon legði eyguni aftur fyri seinastu ferð og foldaði sínar hendur, eisini fyri seinastu ferð.

Tættar systrar
Átta ár vóru ímillum okkum báðar, Lisbeth og meg. Foreldur okkara áttu bara okkum báðar. Ikki fyrr enn vit vóru tilkomnar og høvdu fingið okkara egnu familjur, hvarv aldursmunurin okkara millum. Vit gjørdust systrar, rættiligar systrar, tættar systrar. Og tá Jákup, maður Lisbeth doyði hin tiltikna feigdardagin 11. september 2001, gjørdust vit báðar uppaftur tættari.

Hon og eg høvdu ferðast saman nakrar ferðir, áðrenn Jákup fór. Aftaná tað bleiv uppaftur stytri millum ferðir okkara suðureftir til heitari lond.

Vit høvdu sama sinnalag. Vit høvdu sama humor, og vit flentu præcis eftir tí sama, antin tað var gongulagið hjá onkrum, sum í einum fremmandum býi kom framvið okkum, og sum minti okkum um onkran, vit kendu heimanífrá. Ella ta ferðini, ein fremmandur hotellgestur í Portugál hevði lagt gebissið við síðuna av spejlegginum og síðani sat og smaskaði við morgunmatarborðið í matarhøllini.

Ikki var altíð neyðugt at siga nakað. Vit hugdu bara yvir á hvørja aðra, so brustu vit út úr at flenna at tí sama, vit sóu.

Báðar høvdu vit vatnskrekk. Hvørgin dugdi at svimja. Tað gjørdi heldur einki. Vit sólaðu okkum og vitjaðu eina matstovu fyri og aðra eftir. Tað var nóg mikið fyri okkum.

Okkurt ravruskandi galið
So við og við fór systur mín at broyta atferð. Spakuliga hvarv hon frá mær. Frá okkum øllum.

Eg varnaðist serliga hetta, meðan vit vóru staddar uttanlands..

Í tí eina førinum meldaði hon avboð tíðliga ein sunnumorgun, tá vit skuldu við fyrsta rutuflogfarinum til Keypmannahavnar.

Eg sat hálvsvøvnt og ferðaklár í frakka og við pakkaðum kufferti og bíðaði eftir henni, tá hon ringdi. Nei, hon fór ongan veg. Orkaði ikki. Klokkan var líka farin av seks hendan morgunin.

Hon plagdi altíð at verða tann, sum tók sær av ferðaseðlunum, passum, syrgdi hotelluppihaldi og annars øllum tí praktiska. Eg helt meg altíð aftan fyri hana. Hon var jú tann eldra.

Knappliga ein dagin mintist hon ikki, hvar hon hevði lagt øll hesi tingini, vit sum ferðandi skuldu hava við. Ta ferðina vóru vit júst lendar á Azorunum. Hon mintist ikki, um vit vóru komnar á hotellið fyri einum tíma síðani, ella um vit vóru komnar dagin fyri og longu høvdu sovið har eina nátt.

Her var okkurt ravruskandi galið.

Tá græt eg.

Nú er systur mín farin. Eg síggi hana ongantíð aftur.

Hon var ein góð og trúføst systur, kona, mamma, omma og langomma og mostir.

Friður verið við systur míni, Lisbeth, og minninum um hana.

Systur tín,
Beate

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo