Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag kemur bannið ímóti væl umtóktu kinesisku appini TikTok í gildi.

Fyritøkan handan appina, kinesiska ByteDance, fekk valið ímillum at selja appina til eina aðra fyritøku ella fór appin at vera bannað í USA. Freistin er úti í dag, og appin er enn partur av ByteDance, tí verður hon nú bannað. 

Men Donald Trump, sum flytir inn í Hvítu Húsini í morgin, hevur sagt, at hann umhugsar at ógilda bannið.

Áður hevur India bannað TikTok. Og eygleiðarar halda, at um bannið í USA stendur við, so kunnu onnur lond fara sama veg, júst sum tað hendi við Huawei fyri nøkrum árum síðani.

Amerikanarar og onnur stúra fyri, at kinverjar njósnast ígjøgnum appina, tí verður hon bannað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo