Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

12. september andaðist Theodor Hansen 89 ára gamal. Theodor varð borin í heim við Gjógv 20. juli í 1935. Hann var sonur Katrinu Mariu, og Hans Jacob Hansen.

Frá barnaárunum leikti honum lendi løg inn í sál, og innast við strendur fekk sjógvurin mál, ið ongantíð tagnar. (Matras). Hann kendi, tá ið summarfleyrið kíndi honum gjøgnum hárið, og hann sá sólina skína á Tyril og Middagsfjall. Hann hoyrdi vetrarstormarnar ýla á fjøllum og skørðum og brimið, sum stóð í grasið.

Har leikti hann saman við vinmonnum í bø og haga, niðri í fjøru, í Ánni undir Høvdafossi og í Gjónni.

Har í heimbygdini gekk hann í skúla og nam sær kunnleika, sum honum dámdi væl, og har varð hann leiddur í kirkju sunnudagar.

Ungdómsdagarnar arbeiddi hann í vegnum. Eisini var hann vesturi á Sondum við teimum gomlu við hýsulínu, har fongurin mangan var góður. Hann var uppi í bygdarlívinum.

Men hugurin stóð til bókligan lærdóm, og 1954 fór hann til Havnar til upptøkuroynd í Læraraskúlan, har hittust vit báðir og komu á tal fyrstu ferð. Vit stóðu royndina og byrjaðu í Læraraskúlanum 18. august í 1954. Har gjørdust vit vinmenn fyri lívið.

Tá ið vit høvdu fingið prógvið í hond á sumri í 1958, fóru vit øll nítjan í ymsar bygdir og býir í landinum at vera lærarar. Eg fór fyrst til Havnar, og haðan fór eg inn á Skálafjørðin og síðan til Sandavágs og á Giljanes. Theodor fór til Húsavíkar, og har var hann einalærari í fimm ár. Hann var góður lærari, legði sær ógvuliga nær, so at børnini skuldu læra so nógv sum møguligt. Eisini tænti hann kirkjuni har í bygdini avbera væl. Hann var bæði kirkjuráðsformaður, deknur, urguleikari og klokkari. Hann vældi væl um kirkjuna og kirkjugarðin.

Somuleiðis var, tá ið Theodor í 1963 fór til Havnar at vera lærari á Tórshavnar Kommunuskúla. Har undirvísti hann mest í framhaldsdeildini í lærugreinumum lívfrøði, føroyskum og kristni.

Hann gjørdi skúlans arbeiði við nærlagni og kærleika. Hann vildi næmingum sínum alt tað besta, sum er góður eginleiki hjá lærara. Mong eru tey, sum rósa honum sum lærara.

Theodor og Ingerð gjørdust góð. Hon var úr heimbygd míni. Hon gekk í sama flokki í Læraraskúlanum. Hon var dóttir Olgu og Niels Joensen í Sandavági. Tey giftust 12. september í 1959. Tey fingu trý børn: Hans Petur, Annu Mariu og Jógvan Sørin. Hús bygdu tey í Føgrulíð.

Ingerð var lærari í Sandavági, Húsavík, av og á í Tórshavnar Kommunuskúla og í Eysturskúlanum, har hon undirvísti í handarbeiði.

Ingerð var góð húsmóðir, góð kona og góð mamma. Tey plagdu at koma til Sandavágs á vitjan og stukku tá ofta inn á gólvið hjá okkum, og vit vóru eisini hjá teimum í Havn.

Men í 1993 fingu tey stóra sorg at bera, tí tá doyði Ingerð av ringari sjúku, 60 ára gomul. Ja, sorgin nívdi ógvuliga svárt. Men seinni fann Theodor troyst í góðu vinkonuni Emmu Hansen. Hon fekk eisini stóra sorg, um somu tíð, sum Theodor misti konuna, misti hon mannnin. Tey bæði hjálptu og stuðlaðu hvør øðrum, og tey høvdu mangar hugnaligar og góðar løtur saman bæði í útlondum og heima. Vit bæði konan høvdu góðar løtur saman við teimum.

Theodor hevur sitið í nógvum nevndum: Nevnd Føroya Lærarafelags, Bókadeild Føroya Lærarafelags, KFUM, Bókadeild KFUM, Kristiligum Lurtara og Síggjarafelag, Varðmonnum og Blákrossi. Í øllum hesum nevndum var hann ógvuliga virkin.

Til tess at útbúgva seg betur til lærarastarvið var hann á nógvum ymsum skeiðum: á Føroya Náttúrugripasavni 1962 – 63, á Málstovni Føroya Fróðskaparfelags 1964 – 65 í føroyskum máli og bókmentum, framhald av skeiði í náttúrusøgu á Náttúrugripasavninum januar – mai 1969, á ársskeiði á Danmarkar Læraraháskúla 1985 – 86, og á skeiði í tveir vetrar hjá Petur Martini Rasmussen og Jóhani Veihe í kristni.  

Theodor var góður við móðurmál okkara, og væl dugdi hann málið. Hann hevur skrivað ein hóp. Skúlabøkurnar: Dýralæru 4. Skúlaár 1964, Dýralæru 2, 5. skúlaár 1966 og Dýralæru 3, 1972, Náttúrusøgu 8. skúlaár 1981, Lívfrøði 1984 og Náttúrusøgu Dýr og plantur 2005.

Saman við øðrum hevur hann skrivað og lagt til rættis: Kristnikunnleika til 4. 5. og 6. skúlaár, Ættina ungu saman við Svenningi Tausen í 1981. Hann var við at stovna Skúlabókafelagið í 1963.

Hann hevur týtt fleiri barnabøkur t.d. Koraloynna eftir R.M Ballentyne, seks bøkur eftir C.S. Lewis Søgur úr Narnia. Tær komu út á føroyskum millum 2005 og 2010. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út aftur av nýggjum stutt síðan. Tummasar smáttu eftir Harriet Beecher Stowe. Seinastu tíðina týddi hann tíggju bøkur um Lítla húsið á preriuni eftir Lauru Ingalls Wilders. Vónandi verða tær givnar út.

Hann var blaðstjóri á Barnablaðnum saman við Svenningi Tausen og Steingrími Niclasen 1965 – 80. Hann skrivaði nógvar greinir og týddi ógvuliga nógvar søgur í Jólaboð.

Hann fekk í 2005 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Theodor var sera góður við heimbygdina. Á heimasíðuni, bygdin.fo, hevur hann skrivað hugleiðingar um barnaárini við Gjógv. Eisini hugleiðir hann um skúlan, skúlatíðina og lærarnar, um samkomuhúsið og kirkjuna. Frálíka vakurt og væl skrivað.

Theodor er farin um sýn. Hann verður nógv saknaður. Kæri vinur, hjartans tøkk fyri vinalag, blíðskap, góða samveru, samarbeiði og manga hugnaliga løtu øll tey mongu ár, sum vit kendust. Hvil í friði.

Heini F. Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo