Onnur av teimum báðum konsertunum sum Tessa avlýsir er í Føroyum í juni.
Tað skrivar DR.
Í DR dokumentarinum 'Sexisme i musikbranchen' verður ein limur í bólkinum The Antonelli Orchestra, sum spælur saman við Tessu, ákærdur fyri millum annað óhóskandi viðmerkingar til kvinnuligar tónleikarar.
Rúni Djurhuus er fyriskipari av Voxbotn-festivalinum, og sambært honum fer Tessa at framføra sum ætlað. Tó verður tað ikki við The Antonelli Orchestra, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo