Terje B. Vestergaard hevur júst útgivið nýggja staklagið “Mítt fosturland” sum nú er tøkt á netinum.
Lagið verður eisini tøkt á Spotify ein av komandi døgunum.
Hetta er 5. stakútgávan hjá Terja.
Hinar útgávurnar eru, “Jól eru kærleiki og vón” 2016, “Tíðin fer” 2017, “Lívsins Rósa” 2021, og “Longsul” 2021.
Hesar finnast eisini á áðurnevndu miðlum.
Um nýggja sangin sigur Terje m.a., at hetta er ein sangur sum hevur verið í stoypiskeiðini í eina tíð.
Orð og lag eru bæði sprottin úr hugsanum og tonkum um Gud, fólk og fosturland okkara.
Vit eru mitt í einari sera rumblutari tíð, har trúgv, fólk, mál og mentan er undir støðugari ávirkan av ymiskum slagi, ið tað sum so ikki er nakað nýtt í.
Tó, so tykist hendan ávirkanin m.a. íklødd nýggja tøkni, at vera sera ágangandi.
Tað kann bæði vera gott og minni gott.
Vónandi kann hesin sangurin vera lagdur í mentu hjá lurtaranum, og samstundis gerast til gleði og gagns við tøkk og æru til Gud og fosturlandið.
Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av okkara bestu føroysku tónleikarum.
Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Mítt Fosturland
Orð & Lag: Terji B. Vestergaard
Útgivið: apríl 2022
Rættlisið: Britt Rasmussen
Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Tórður Dam Jacobsen
Bass: Eyðun Johannesen
Klaver: Finnur Hansen
El & Akk Guitar: Jákup Zachariassen
Steel-Guitar: Jákup Zachariassen
Horn: Ólavur Olsen
Kór: Jóhan Magnus Gunrim & Sonja I. Jacobsen
Upptikið: JakZac-Studio & Kristuff-Studio
Mix & Mastering: Óli Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo