Fíggjarmálaráðið: Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot til Løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan fyri 2025 til 2027) í almenna hoyring.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at halda fram við góðu gongdini innan tailgilding. Grundarlagið fyri lógaruppskotinum er heildarætlan fyri talgilding av samfelagnum fyri árini 2025-2027, sum týðandi áhugapartar í samfelagnum hava verið við at orða. Ætlanin byggir víðari á ta talgildu framgongd, sum vit hava sæð seinastu árini við Samleikanum, Vanganum og Skjáttuni.
Talgildu Føroyar vóru stovnaðar í 2015 og staðsettar á Gjaldstovuni. Endamálið var tá at menna eitt talgilt undirstøðukervi, sum er vorðið grundarlagið undir talgilding av tænastum og gjørt Føroyar til eitt talgilt framkomið land, har borgarar kunnu samskifta trygt og lætt.
Við nýggju heildarætlanini verður farið undir at fáa fulla nyttu av undirstøðukervinum. Talan er um átøk, sum m.a. skulu verða við at geva borgarum fleiri talgildar tænastur, t.d. innan heilsu. Vinnan skal fáa ein pall at avgreiða viðurskifti síni við tað almenna, og stig verður tikið til, at vit sum samfelag fáa mest burtur úr nýggjari tøkni sum vitlíki.
Talgildu Føroyar hava frá byrjan verið fíggjaðar av bæði landi, kommunum og privatu vinnuni. Hendan leistin verður hildið fram við í nýggju lógini.
Uppskotið er til hoyringar á hoyringsportalinum hjá Landsstýrinum frá 17. januar. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr(at)fmr.fo í seinasta lagi 7. februar.
Heildarætlanin kann lesast í leinkinum niðanfyri:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo