Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Takmýrar millum Skálavík og Húsavík er eitt vátlendi við mýrum og áhugaverdari floru, har nógvur heiðafuglur heldur til - eitt sera vakurt øki og eitt av sereykennunum hjá Sandoynni.

Herfyri hendi tað, at mold, sum kemur frá arbeiði í Skálavík, er dumpað omaná hetta økið og alt tað nátúrliga margfeldni, sum var á hagablettinum, er harvið køvt.

Eisini siðsøgulig virði eru hótt, tí moldin er løgd skamt við ikoniska “Nykasteinin” hjá Húsfrúnni. Søgnin sigur, at Húsfrúgvin i Húsavík hevði ein so fittan og sterkan nyk at hjálpa sær, tá hon bygdi harragarð sín í Húsavík. Nykurin legði halan kring klettar í haganum og dróg teir til Húsavíkar. Ein dagin, tá húsini eru um at vera liðug, er nykurin komin í Takmýrar við einum sera stórum kletti, tá slitnar halin og Nykurin tekur til beins í Lítlavatn. Steinurin sigst vera tann, sum sæst á myndini, og spurningurin er nú, um hann eisini skal tyrvast?

FNU mótmælir vandaliseringini av Takmýrunum og setur fram spurningin, hvat friðingarnevndirnar í Sandoynni siga til hetta - og eisini, hvat VISITSANDOY sigur.

FNU 18. mars 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo