Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Heini Thorsteinsson føddur 8. novembur 1976 og sjólátin 6. februar 2024.

Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá ið elskaði maður, pápi, sonur, bróður og ommusonur, sjólætst 6. februar 2024.

Takk til MRCC og Vørn fyri leitingararbeiði. Takk til manningar á skipum og tyrlutilbúgvingina fyri tykkara leiklut í leitingini.

Takk til familju, vinir, kenningar og tykkum øll, sum komu inn á gólvið í heiminum og á annan hátt hava sýnt samkenslu í sorg okkara. Takk fyri fløvandi orð, gott til matna og annan ugga í sorgini og sakninum.

Takk til Patrick prest í Vági, Annika prest á Tvøroyri og Hanus Pál í Hvalba, takk fyri ótroyttiiligan stuðul og fyri góð orð í Vágs kirkju til minningarhaldið 13 apríl. 2024.

Takk til Frelsunarherunum og orði á borði, fyri vakran sang í kirkjuni.

Takk, tit, sum vóru við til at gera minningarløtuna í Vágs kirkju til ein góðan dag hóast alt: eisini tit mongu, sum komu til ervið.

Takk til Hans Jacob Hjelm og Fimmboða Lisberg fyri vakran sang og spæl.

Vit takka Vágs kirkju, kirkjuráði og kirkjutænarum, umframt Poul Laust Christiansen fyri stroyming.

Takk til Suðuroyðar Sjúkrahús fyri tykkara hjálpsemi.

Somuleiðis takk til tykkum mongu, ið bakaðu.

Takk til reiðarí, skipara og manning fyri løturnar.

Genesis og Adrian
Marita og Einar
Mamma og Pappa
Rebekka og Ingvard
Ránnvá omman

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo