"Tað er strævið at vera lítil".
Orðini mynda yvirskriftina og ganga eisini aftur í greinini fleiri ferðir, tá miðilin Flightglobal.com hevur samrøðu við stjóran í Atlantic Airways, Jóhonnu á Bergi.
- Stórsta avbjóðingin er, at tað er trupult at vaksa á einum lítlum heimamarknaði. Og tað er dýrt at vera lítil, sigur Jóhanna á Bergi, og vísir eitt nú á, at krøv um trygd og "compliance" ikki eru minni hjá einum lítlum flogfelag enn hjá einum stórum, sum hevur fyrimunir av at kunna spjaða útreiðslurnar út á størra virksemið.
Tað er og verður ferðavinnan, sum er lykil til vøksturin, sigur Jóhanna á Bergi millum annað við miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo