Tollaksmessukvøld, tá handlarnir spakuliga lata aftur, og jólafriðurin av álvara byrjar at koma yvir fólkið, verða jólini sungin inn í Kelduni í Skálafirði; 23. desembur kl. 21.
Hetta er 20 árið, at Keldan skipar fyri júst hesum sangtiltaki. Á skránni er nógvur felagssangur, stuttar frásagnir, og eisini eru nakrar sangframførslur. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Høvi verður at lata eina gávu til missión.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo