Spenta støðan ger, at Svøríki velur at steingja sendistovuna í Libanska høvuðsstaðnum Beirut, og hevur biðið starvsfólkini um at fara til Kypros.
Sendistovan er fyribils stongd allan henda mánaðin, siga svenskir myndugleikar.
Danska sendistovan verður fyribils ikki stongd, men uttanríkisráðið í Danmark ger vart við, at støðan har á leiðini er sera spent og fólk eiga ikki at fara hagar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo