Tórshavnar kommuna: Tiltakið Summarskái í Vágsbotni verður aftur komandi vikuskifti.
Summarskái í Vágsbotni er ein royndarverkætlan, har Tórshavnar kommuna hevur umskipað økið í Vágsbotni, so til ber at savnast um mat, rørslu, tónleik og stuttleika í økinum.
Hetta vikuskiftið verður tónleikur, matmarknaður og filmur á skránni:
Fríggjadagin 26. august
Kl. 17-18. Jazz fimmari, bólkur: Brimhvítt
Les meira um bólkin her: https://www.facebook.com/brimhvit
Leygardagin 27. august
Kl. 13-17. Matmarknaður
Les meira her: https://fb.me/e/4blg2iAdu
Sunnudagin 28. august
Kl. 15-16.35. Filmur, Lady Bird
Les um filmin her: https://www.imdb.com/title/tt4925292/
Les meira um royndarverkætlanina Summarskái í Vágsbotni og ymisku tiltøkini her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo