Meðan Føroyar demografiskt bløðir út og noyðist at innflyta fremmand, fyri at tryggja fólkavøksturin, tosa politikarar í ramasta álvara um at brúka fýra milliardir + tað leysa, fyri at bjarga Suðuroynni.
Flestøll munnu hava varhugan av, at politiska ynskið er at fáa gongd á ætlanina, tí so vendist ikki aftur.
So fáa vit óivað nýggjar gølur við eykajáttanum a la Glasir, Fámjinstunnil, osfr.
Men hesaferð verður meirkostnaðurin fleirfaldaður.
Stóra politiska avbjóðingin í dag er at bjarga Føroyum og tað er lítil nytta í at bjarga Suðuroynni, um Føroyar fara út av eggini.
Framrokningar vísa, at búskaparliga haldførið er í stórum vanda.
Men tað tykist sum at Búskaparráðið, Landsbankin, Landsverk, o.fl. tosa fyri deyvum oyrum, tí tingfólk tykjast altíð at vita best.
Síðan 1985 er fólkatalið í Føroyum vaksið við umleið 10.000 fólkum.
Men samstundis eru tað umleið 2000 færri borgarar í dag í aldrinum undir 40 ár enn í 1985.
Tað eru “tey gomlu”, ið tryggja fólkavøksturin, men framtíðin skal helst hvíla á yngri herðum.
Í 1985 vóru vit 4300 borgarar í 67+ (pensjonista)bólkinum.
Í dag er hetta tal nærum 9000, tvs meira enn tvífaldað og framrokningar vísa, at demografiin í framtíðini kemur at skeiklast uppaftur meira.
Búskaparliga haldførið tykist at vera ein tikkandi bumba.
Tað er tí kanska lætt at skilja, at politikarar vilja hava pensjónsaldurin hækkaðan uppí 70 ella meira.
Flest allir politikarar hava annars tryggjað sær góða almenna pensjón frá 60 ára aldri.
Í 1985 høvdu vit í Føroyum eitt burðartal uppá umleið 3 – tað hægsta í Europa.
Í dag liggur hetta tal á umleið 1,85.
Hetta merkir, at føroyingar hava ikki so stóran áhuga í at teirra egna slekt yvirlivir.
Sum serstøk tjóð og etniskur bólkur eru vit við at avtaka okkum sjálvi.
Fyri 100 árum síðan búðu umleið 25% av Føroya fólki í Suðuroy.
Við krígslok í 1945 var hetta tal komið niður á 21%.
Í 1985 var talið 13% og í dag búgva 8,4% av fólki okkara í Suðuroy.
Ein tunnil kemur ikki at venda hesi 100 ára gomlu gongd, nú so mong demografisk váðatekin hótta, sum ófrættakend illverðurskýggj.
Ein politiskur fylgibólkur, umboðandi allar flokkar á løgtingi, hevur verið við til at gjørt eitt álit um fast samband til Suðuroyar.
Flestallir limir í bólkinum eru suðringar.
Tað kann sáa iva um, hvussu objektivt hesin bólkur hevur arbeitt, og um niðurstøðan kann metast at vera óheft og saklig.
Meðan Landsverk fyri trimum árum síðan metti, at fast samband til Suðuroy fór at kosta seks milliardir, metur “Suðuroyarbólkurin” í dag, at kostnaðurin kemur at liggja um fýra milliardir.
Livst so spyrst.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo