Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sprotin: Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann leggur lív sítt opið í eini forvitnisligari bók nú um dagarnar. Hon er bæði um dystin á ungdómsárum at royna hvør dugur var í, hvussu hann fann sína hill í ítróttini, hvussu menniskjalig bakkøst vóru um at syfta hann um koll, hvussu hann fótaði sær aftur, hóast fleiri bakkaláarar aftrat.

Hann skuldi prógva sítt og stóð aftur á palli sum 60 ára gamal í DK og vann silvurheiðursmerki í bodybuilding.

Liðið, sum verður á palli í Perluni hóskvøldið kl 20 eru umframt Gunnar, Hans S. Egholm, sum skrivaði bókina, og Uni Holm Johannesen, sum fer at práta við teir báðar.

Lagt verður upp til eitt áhugavert kvøld, sum fer at sveiggja millum fagnaðarløtur og daprar.

Til tess at seta serligan dám á kvøldið koma Lena og Niclas á pall og geva okkum nakrar góðar.

Barrin er opin og har fæst kaffi, te, øl og vín. Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna. Bókin er til keyps.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo