Mangir skúlanæmingar geva okkum lærarum lívlanga gleði.
Í 1976 byrjaði ein HF flokkur í Hoydølum, ið eg fekk ábyrgd av í enskum.
Har gingu millum fleiri vinfólk seinni Óla Jákup av Heimbø í Søldarfirði.
Í sama flokki gekk ein annar næmingur, Christian F. Andreasen av Toftum.
Okkara lívsleiðir hava krossast og fallið saman stóran part av lívinum.
Nevni hesar báðar, tí teir vóru sera musikalskir og góðir gittarleikarar.
Vit brúktu helvt av vikuliga dupulttímanum at syngja enskar sangir úr Primo.
Primo hevði hóp av ymsum klassiskum, eisini øðrum enn enskum, sangum.
Spell, at skúlin nú er givin at læra børnini góðan føroyskan o.a. skaldskap.
Sangurin ljómaði um skúlan, og hesi børnini lærdu hóp av sangum og løgum.
Eftir HF-prógv blivu Óla Jákup, Christian og eg starvsfelagar á Dagblaðnum.
Nøkur blaðfólk fáa 5 uppskot til skrivievni men sita kortini sør til deadline.
Onnur leypa á dyr ella í telefon og koma aftur við 5 stytri og longri greinum.
ÓJR og CFA taldust millum hesi seinnu og høvdu sans fyri humor.
Christian fór at lesa løgfrøði, men bleiv frá 1984 mín skrivari á Fólkatingi.
Haðani og heimafturkomin til Føroya helt okkara livlanga vinalag fram.
Óla Jákup og eg hildu á at samstarva, eftir 1990 sum felags blaðstjórn.
Hann hevði sjáldsamar gávur at málbera seg og góða politiska kumpass.
Óla Jákup kom úr bóndahúsi, sonur Rólant og Bodil (f. Vestergaard) úr Sumba.
Hann var yngstur av 4 systkjum, Dagbjørt, Jóannis (giftur Báru) og Hervør.
Tað var eitt hugfarsligt og mentað heim at koma í, ikki minst eftir skurðtíð.
Tey, sum mangir søldfirðingar (nógv í ætt) vóru og eru gávað fólk.
Óla Jákup var fjølgávaður málsliga, bókliga og ikki minst tekniskt og verkliga.
Vit tosaðu ofta, at hann átti at nomið bókliga útbúgving á hægri lærustovni.
Men sterkur føroyskur samleiki, skyldfólk og kenningar fingu hann at støðast.
Seinni í hansara starvsleið varð hann miðlafólk hjá Tórshavnar Kommunu.
Hann mundi roynast hollur, tá um galt at sigla millum boðar og sker.
Vit báðir Óla Jákup koyrdu saman seinastu tiðina mikumorgnar inn til Elim.
Tað var har, hann fekk sína gudstrúgv festa næst Heimbø í Søldarfirði.
Óla Jákup giftist Lailu, dóttur Ásu og Tórhall Jacobsen, í Skálavík.
Tey eiga dóttrina Teresu og bygdu hús og heim uppi í Hoyvík.
Haðan hava tey eisini rikið ferðavirksemi uttanlands við nógvum føroyingum.
Laila er virkin í almennum kjaki um at skipa starvsfólk betur í barnaansingini.
Fyri fáum árum síðan fór heilsan at bila. Tað sveið at nú, hóast góðan aldur.
Hann andaðist heldur óvæntað av heilsusviki á LHS nú, bert 68 ára gamal.
Gævi Laila, Teresa, Jóannis, Bára og tit, ið syrgja, fáa Harrans styrki.
Æra og friður veri við minninum um vinmannin og starvsfelagan, ÓJR.
Óli B
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo