Tað er streymslit í øllum meginøkinum. Tað vil siga øllum oyggjum uttan Suðuroynni og smærru oyggjunum sum sjálvar hava elverk.
Tað sigur SEV á heimasíðuni, og lagt verður afturat, at arbeitt verður við at "starta uppaftur". Tað arbeiðið fer helst at taka ein tíma, verður lagt afturat.
Onki verður sagt um, hvør orsøkin er til streymslitið, annað enn at tað er illveðrið.
Tá ringt verður til vakttelefonina hjá SEV eru boðini tey somu:
- Arbeitt verður við at finna brekið, í løtuni vita vit ikki, hvat er galið, verður sagt.
Streymurin kom aftur klokkan 23:58.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo