- Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli. Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum.
Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni í skrivi til miðlarnar í morgun.
Í samrøðu við Útvarpið fyri løtu síðani nevndi hann, at gera bilførarar ikki eftir boðunum, og kortini taka eyka brennievni við umborð, so verða teir meldaði til politiið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo