Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Føroysku mentanardagarnir í New York halda fram. Týskvøldið 16. apríl helt Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum The Faroe Islands and the Arcticfication of the North í Scandinavia House.

Fyrilesturin snúði seg um føroyska søgu og mentan og um, hvussu broytingarnar, sum nú henda í arktiska økinum, ávirka Føroyar.

Bergur Djurhuus Hansen greiddi frá menningini av føroyska samfelagnum, um tjóðskaparrørsluna, málstríðið og um føroyskar bókmentir og um tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Bergur Djurhuus Hansen vísti á, at hóast Føroyar landafrøðiliga liggja sunnan fyri polarsirkulin, so eru Føroyar partur av Arktis, og oyggjarnar verða av summum sæddar sum góðir løgasteinar á leiðini norðureftir. Slíkar hugsanir síggjast eisini í gomlum ferðafrásagnum, ið lýstu Føroyar sum endan á Evropa - eitt markamót í Norðuratlantshavi.

- Meðan norðurlendski felagsskapurin, sum Føroyar eru partur av, í stóran mun snýr seg um mentan og virði, snýr tað alsamt vaksandi kjakið um Arktis seg um kreppur av ymsum slagi, politiskt, hernaðarliga, umhvørvisliga o.s.fr. Tað er ein nýggjur samanhangur, sum Føroyar verða sæddar í, og tí er tað nú meiri enn nakrantíð tørvur á, at fólk í Føroyum siga søgur um seg sjálvi í altjóða høpi, segði Bergur Djurhuus Hansen.

Bergur Djurhuus Hansen vísti á, at fólk í Føroyum fylgja sera væl við í, hvussu onnur lýsa tey og teirra land, og at spurningar um, hvørja leið Føroyar skulu halda í altjóða politikki og á annan hátt støðugt eru til almenna umrøðu.

Eftir fyrilesturin høvdu áhoyrararnir høvi at seta spurningar, og áhugin fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum var stórur. Áhoyrararnir vildu eitt nú vita meira um føroyskt mál, tilflyting, búskap, átrúnað, burðardygd og sambandið við umheimin.

Kyle Reinhart frá Scandinavia House takkaði fyri kvøldið. Tiltakið var partur av stóra føroyska mentanarátakinum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa fyri í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House frá apríl til juli. Mentanardagarnir eru stuðlaðir av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

Les meira um føroyska mentanarátakið á heimasíðuni hjá Scandinavia House:

https://www.scandinaviahouse.org/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo