Eitt europeiskt hernaðarflogfar av Airbus slagnum stendur Vágum í løtuni. Talan er um eitt flogfar av slagnum Airbus A400 Atlas. Hetta slagið var fyrstu ferð á flogi í 2009, siga vælvitandi keldur fyri VP.
Hetta slagið hevur neyvan lent í Vágum áður.
Tað sæst ikki á yvirlitinum hjá Vága Floghavn, tí tað er eitt hernaðarflogfar.
Helst er tað komið úr Onglandi, tí tað hoyrir til Royal Air Force.
Helst er tað her fyri at royna vøllin, frættir VP úr Vágum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo