Um floglíkindini eru til vildar, so lendur størsta ferðafólkaflogfar nakrantíð á altjóða flogvøllinum í Sørvági í morgin fyrrapartin.
Talan er um eitt Boeing 737-800 flogfar sum kemur við gestum úr Týsklandi, sum fara avstað aftur 17. juni.
Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn, so lendur flogfarið klokkan 10.30 í morgin.
Boeing 737-800 flogfarið tekur upp til 189 ferðafólk, og er eitt av mest brúktu ferðafólkaflogførin í dag.
Tað er eitt flogfar hjá felagnum Transavia, sum kemur hendavegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo