Minst 50.000 fólk hava í dag víst sína misnøgd við ætlanirnar hjá donsku stjórnini at avskaffa dýra biðidag.
Fólkini hava gingið mótmælisgongu við Christiansborg, skriva fleiri danskir miðlar.
Tað er FH (Fagbevægelsens Hovedorganisation) sum skipar fyri mótmælisgonguni.
Danska fíggjarmálaráðið hevur sagt, at tað fer at skaffa statskassanum eyka inntøkur uppá góðar tríggjar milliardir krónur, um dýri biðidagur verður avskaffaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo