Reyði Krossur: Støðan í Gaza versnar fyri hvønn dag, sum gongur. Tíverri er neyðhjálpin, sum sleppur inn í Gaza, langt frá nokk til at nøkta átrokandi tørvin. Meira má gerast.
-
Meir humaniter hjálp: føðslutrot er í Gaza, bæði í norðara partinum, har serliga trupult er at sleppa framat, og nú eisini suðuri í Rafa, ið til støddar er á leið 60kvm og har milliónavís hava leitað sær skjól inni, í teltum og á gøtuni. Núverandi veiting av neyðhjálp er als ikki nøktandi. Talið á lastbilum, sum eydnast at koma inn í Gaza við humaniterari hjálp, er alsamt minkandi. Nýliga veitingin av neyðhjálp úr luftini bert undirstrikar hesa desperatu støðu.
-
Óavmarkað og trygg atgongd: neyðugt er við óavmarkaðari og tryggari atgongd, soleiðis at humaniter hjálp kann veitast til tey, ið líða.
-
Verja av sivilum og humaniterum starvsfólki: sivil og humaniter starvsfólk skulu til ein og hvørja tíð verjast og altjóða humaniter lóg yvirhaldast. Tíverri hava fleiri starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi latið lív í hesum stríðnum. Hóast hesar missir halda tey á fram við teirra umráðandi arbeiði og vísa ein óvikaligan vilja at veita hjálp undir nær ómøguligum umstøðum.
-
Treytaleys leyslating av gíslum: Reyði Krossur heldur fram at krevja treytaleysa og stundisliga leyslating av gíslunum í Gaza, og er til reiðar at átaka sær leiklutin sum uttanveltaður millumliður í eini semju um at fáa gíslarnar heim.
-
Skeivar og villeiðandi upplýsingar: tað er tíverri vanligt í krepputíðum, at skeivar og villeiðandi upplýsingar verða spreiddar. Spjaðing av følskum tíðindum er ein álvarsom hóttan, sum kann seta bæði lív og hjálpararbeiði í váða. Minst til at at kanna um keldurnar eru álítandi áðrenn tilfar verður deilt.
Lat okkum standa saman fyri tey neyðstøddu í Gaza og kalla á allar partar um at loyva humaniteru hjálpini framat, og at finna ein varandi politiska loysn fyri fólkið í Gaza, fyri gíslarnar og fyri øll, ið eru ávirkað av stríðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo