Tórshavnar kommuna: Eins og undanfarin ár hevur Westward Ho skipað fyri fiskikapping. Hvørt ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu ein fiskitúr við sluppini Westward Ho. Í gjár vórðu vinnararnir av kappingini heiðraðir við steypahandan í Kollafirði.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði steypini. Hann vísti í stuttari røðu á týdningin av, at børn á henda hátt fáa samband við sjógvin og sleppa á flot at royna seg.
Vinnarin av kappingini fyri einstaklingar var Markus úr Kollafjarða skúla, ið fiskaði ein kalva, ið vigaði heili 10,3 kg.
Eisini var tað 6. flokkur í Kollafjarða skúla, sum við sínum 77 fiskum fiskaði flest fiskar. Hetta er triðju ferð, at Kollafjarðar skúli vinnur kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo