Tá val varð útskrivað, legði jeg seinastu hond á eina eykajáttan í Løgtinginum, ið skuldi brúkast til veruliga at lyfta okkara tjóðarítrótt.
Jeg og Jan Herman Hansen fingu endurreist Róðrargrunn Føroya í 2018 og nú er tíðin komin til at byggja víðari á hetta arbeiðið.
Okur eru nøkur, ið hava arbeitt við einum spennandi tanka í gott og væl eitt ár, og kann hetta gerast veruleiki um stutta tíð, um lokalfeløg og Róðrarsambandið ynskja tað.
Ein tann størsta avbjóðingin hjá flest øllum lokalum kappróðrarfeløgum, er at skipa fyri stevnuróðrunum. Tað skal ein øgilig orka og ikki minni planlegging til, fyri at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Hóast alt verður gjørt frammamundan, so gongur ofta ikki eftir vild.
At skipa fyri stevnum er ofta størsta grundin til, at fá bjóða seg til at fara í nevnd.
Henda eykajáttan skal brúkast til at seta á stovn eitt toymi, ið skal taka sær av allari fyrireikingini og standa fyri øllum stevnukappróðrunum. Toymið hevur til uppgávu, at fáa alla neyðuga útger til høldar og syrgja fyri at alt riggar sum tað skal, til eina og hvørja tíð.
RSF skal sjálvandi hava yvirskipaðu stýringina.
Toymið verður væl lønt, sambært árligum sáttmála frá áleið 1. mai til 31. aug. og leiðarin av toyminum verður løntur alt árið. Inntøkurnar frá róðrunum fara, sum vant, til feløgini.
Hesin leistur vil taka eina ómetaliga stóra byrðu av herðunum á lokalufeløgunum, ið heldur kunnu brúka orkuna uppá róðrarfólkið.
Er undirtøka fyri hesum, kann tað skjótt setast í verk!
Bjarni Hammer
Velevni fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo