Fleiri fólk í Ukraina eru særd og deyð eftir at spreingingar hava verið í býnum.
Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj sigur, at í fleiri býum eru deyð og særd eftir álopini, sum hann ikki ivast í at Russland hevur ábyrgdina av.
Høvuðsstaðurin Kyiv er ein av býunum, sum er raktur, eisini hava spreingingar verið í Lviv, í Ternopil og í Zjytomyr vestanfyri - og í Dnipro mitt í landinum.
WARNING: GRAPHIC CONTENT - Massive explosions shook the Ukrainian capital of Kyiv and other cities after Russian President Vladimir Putin accused Ukraine of a terrorist attack on a bridge linking Russia and Crimea https://t.co/hmowdfs1am pic.twitter.com/hxfkA3vKve
— Reuters (@Reuters) October 10, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo