Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ognarjørðin í gamla Russlandi, sum gjørdist Sovjetsamveldið var tikin frá bóndum fyri øld síðan við harðastu hond, har eitt nú milliónir av ukreinskum bóndum mistu lívið.

Í Føroyum ætlar landsstýrið nú at fremja eina kollektivisering av ognarjørðini fyri at forða fyri vinnuligari menning í nærøkjunum og ikki minst úti á útoyggj.

Hetta er sera ørkymlandi fyri hesi fólk, sum ikki síggja nakran annan vinnuveg fyri sær enn ferðavinnu sum týðandi vinnuveg fyri tey, heldur enn gamla bóndasamfelagið, ið ikki gevur nakað av sær longur.

Vit hava eina sera vælvirkandi ferðavinnu kring landið í dag, sum skapar nógv arbeiðspláss, men nú skal alt kollektiviserast og sentralstýrast úr Tinganesi við stalinistiskari hond.

Tey siga, at alt skal nú skipast eins kring landið undir somu reglum og leiðslu av einari ferðavinnuumsiting í Tinganesi.

Ella við øðrum orðum sagt, tað er einki skil í tykkum kring landið og tit eru fullkomiliga dugnaleys.

Hví á henda ótespiliga hátt at dumpa øll hesi góðu fólk kring landið er ilt at skilja. Tey geva meira til føroyska samfelagið enn vælstroknu skjúrtafaldirnir í Havn.

Hví eru flutningsfyritøkur og hotell ikki undir leiðslu av einari dagligari almennari umsiting í Tinganesi, har alt verður skipað eins og landið tekur gjaldið og ikki tey.

Og hvat við øllum øðrum vinnum í Føroyum, eiga tær ikki eisini at koma undir somu umsiting.

Og hví skal altíð stórkapitalurin í ferðavinnuni ráða, sum snýr um fáar fyritøkur í Føroyum og eitt ótal av fyritøkum í útlondum, ið hava fingið blóð á tonnina.

Og hví skal føroyska náttúran við urtum og fugli ofrast við at tyrva hana treytaleyst við fremmandafólki, uttan at tey, sum varða av henni verða eftirspurd.

Til lukku Joseph Vissarionovich Stalin, Føroyar eru í dag einasta landið í Heiminum, har tínar hugsjónir at eyðræna náttúruna og smásamfeløgini framvegis eru á lívi.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo