Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Valevnislistar til kommunuval

Spurningar:
1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?

3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?

Viðmerkingar:
Sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur kann ein valevnislisti til kommunuval í mesta lagi hava 4 valevni fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum/býráðslimum, ið skulu veljast.

Hetta hevur við sær, at um talið av valevnum fer upp um hetta markið, so er neyðugt at gera fleiri listar. Men valevnini á listunum hava í nógvum førum einki annað til felags enn bara tað, at tey standa á sama lista. Tí sóu vit eftir seinasta kommunuval, at kommunustýri skipaðu seg ella vóru nær við at skipa seg soleiðis, at onkur á einum lista var við í meiriluta saman við øðrum listum, meðan onkur annar á sama lista var í minniluta. Hetta reisir spurningin um, hvat endamálið er við at hava fleiri listar.

Eisini tað, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur, kann hava við sær, at hjá onkrum lista skulu fleiri atkvøður til fyri hvørt valt umboð enn á øðrum listum. Hetta talar eisini ímóti kravinum um at hava fleiri listar.

Síðani kommunuvalið í november hava søgur verið í fjølmiðlunum um, at á onkrum valstaði manglaðu atkvøðuseðlar, onkrastaðni varð kært til Kommunala eftirlitið um, at skipanarfundurin hjá nýggja býráðnum ikki varð hildin eftir røttum forskriftum, og eisini var dømi um, at meldað varð til løgregluna um valsvik. Tað er orsøkin til seinasta spurningin.

Á Løgtingi, tann 13. januar 2025
Helgi Abrahamsen 
  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo