Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari:  Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni:  Um mótrokning í fólkapensjón

Spurningar:   
1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at strika mótrokningina í arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum?

2. Við verandi reglum um mótrokning, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonistur, sum hevur eina arbeiðsinntøku á ávikavist 20.000 kr. um mánaðin, 27.000 kr. um mánaðin og 35.000 kr. um mánaðin, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjónistur, við somu inntøkum.

3. Um mótrokningin verður strikað, hvussu nógv meira at liva fyri eftir skatt og gjøld hevur fólkapensjonsistur við somu arbeiðsinntøku, sum í spurningi 2, í mun til ein, sum ikki er fólkapensjonistur.

Viðmerkingar:
Fólkapensjón er sett saman av grundupphædd og viðbót, sum verða ávirkaðar av tí inntøku, sum tú hevur umframt pensjónina.

Sitandi  samgonga hækkaði markið fyri, hvussu nógv fólkapensjónistar kunnu tjena, uttan at mótroknað verður í pensjónini, úr 45.000 kr. til 61.900 kr. Inntøka omanfyri markið verður mótroknað við 20 prosentum í fyrstu syftu.

Javnan eru ynskir frammi um, at fólkapensjonistar eiga at sleppa at arbeiða meira, uttan at verða mótroknaðir. Tí hesin fyrispurningur. 

Á Løgtingi, 9. september 2024
Hans Jacob Thomsen   
         

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo