Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Broytingar í elveitingarlógini
Spurningar:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at privatir aktørar nú hava ein munandi minni leiklut eftir broytingarnar í elveitingarlógini (løgtingsmál 90/2023) til fyrimuns fyri eina meira myndugleikastýrda støðu á elveitingarøkinum, og hvar stava hesar broytingarnar frá, sum ikki vóru við í lógaruppskotinum, sum varð sent í almenna hoyring 20. desember 2023?
2. Hvør er grundgevingin fyri at strika open-door mannagongdina í elveitingarlógini, sum hevði við sær, at privat kunnu ikki longur taka nakað initativ, men mugu bíða eftir almennum útboðum á elveitingarøkinum?
3. Hvør er orsøkin til at innføra 20-ára rullandi loyvi til SEV, sum hevur avskrivað sínar skipanarberandi eindir meira enn eina ferð, meðan onnur bara kunnu fáa síni loyvi longd eina ferð við 20 árum, og hví verður ikki hildið áfram við tá galdandi § 4, stk. 2 um, at leingingin kann verða við 20 árum í senn, sum ongin kritikkur hevur verið av?
4. Hvør er orsøkin til at endurinnføra monopolstøðu til SEV, og hví skulu privat, sum sambært lógaruppskotinum frá 20. desember 2023 kundu gera avtalur um skipanarberandi eindir, forðast í at bjóða seg fram við at menna, byggja og eiga skipanarberandi eindir, sum SEV kann gagnnýta og stýra sum part av veitingartrygd sínari?
5. Fekk landsstýriskvinnan faklig tilmæli um at strika open-door mannagongdina, at endurinnføra monopolstøðu til SEV og at orða broytingaruppskotið soleiðis, at tað treiv inn í kærumál, sum var til viðgerðar, og um so er, hvørji fakfólk ella onnur hava mælt til hesar broytingar?
6. Hvør er orsøkin til, at krav altíð er um útboð, um privat skulu bjóða seg fram, men ikki fyri SEV, um SEV byggir skipanarberandi eindir, sum kunnu vera stór og kostnaðarmikil vatnverk, pumpuskipanir v.m.?
7. Metir landsstýriskvinnan, at tað er neyðugt og besta loysnin fyri brúkaran og elprísirnar, at SEV fær monopol uppá slíkar skipanir, sum ikki skulu í útboð, tá SEV stendur fyri hesum, tá SEV sambært § 15 h í elveitingarlógini kann gera avtalur við onnur, ið kunnu veita SEV skipanarberandi tænastur ella taka ímóti el, sum annars ikki hevði verið gagnnýtt?
8. Hevur landsstýriskvinnan, táverandi landsstýriskvinnan ella aðalráðið fingið uttanhýsis ráðgeving ella hjálp til heilt ella lutvíst at orða lógaruppskotið í løgtingsmáli 90/2023, og um so er, frá hvørjum?
9. Hevur Umhvørvisstovan/Orka heilt ella lutvíst frámælt ella mælt til broytingarnar, sum vórðu gjørdar í uppskotinum, sum varð sent Løgtinginum (løgtingsmál 90/2023), í mun til uppskotið, sum lá alment frammi til ummælis frá 20. desember 2023, og um so er, hvørjar av broytingunum hevur ORKA viðmælt ella frámælt?
10. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir um at endurskoða elveitingarlógina í næstum, og um so er, hvørjar partar av lógini, herundir monopolviðurskifti, open-door mannagongdina og møguleikan hjá privatum at bjóða seg fram generelt?
Viðmerkingar:
Í hesum fyrispurninginum verða settir nakrir spurningar í sambandi við tær broytingar, sum blivu framdar í elveitingarlógini, tá Løgtingið viðgjørdi og samtykti løgtingsmál nr. 90/2023.
Áðrenn lógaruppskotið varð lagt fram í Løgtinginum, hevði tað ligið frammi til ummælis í tíðini 20. desember 2023 til 24. januar 2024. Tey, sum bóðu um longda freist, fingu hetta játtað.
Lógaruppskotið, sum bleiv lagt fram í Løgtinginum, var broytt á fleri og grundleggjandi økjum í mun til uppskotið, sum var alment til ummælis í 2023.
Broytingarnar millum uppskotið, ið lá alment til ummælis, og uppskotið, sum landsstýriskvinnan bar Løgtinginum, eru m.a., at open door-mannagongdin, sum hevur skundað undir øll tey útboð, sum hava verið higartil, er strikað. Øllum kunnugt eru tríggjar tær seinastu verkætlanirnar, sum eru gjøgnumførdar, sprotnar úr møguleikanun at nýta hesa mannagongd.
Ein onnur broyting var, at SEV skal kunna fáa rullandi 20 ára loyvi til sínar skipanarberandi eindir, sum eru avskrivaðar meira enn eina ferð, meðan onnur bara kunnu fáa síni loyvi longd eina ferð við 20 árum. Hetta er munandi broyting í mun til áður galdandi lóg.
Eingin kritikkur hevur verið av áður galdandi § 4, stk. 2 um leingingarmannagongdina, og spyrjast kann tí, hvør orsøkin er til henda munin við rullandi loyvi til SEV men ikki aðrar veitarar, og hví tað ikki verður hildið áfram við áður galdandi § 4, stk. 2 um, at leingingin kann verða við 20 árum í senn.
SEV hevur nú einkarætt at eiga skipanarberandi eindir so sum størri termisk verk, størri vatnorkuverk og møguligar vatnpumpuskipanir, og spyrjast kann, hvør orsøkin er til at endurinnføra monopolstøðu til SEV, og hví onnur skulu forðast í at bjóða seg fram við líknandi eindum.
Tað eru framdar so nógvar og grundleggjandi broytingar í elveitingarlógini, sum ikki hava verið til almenna hoyring, og Rættarnevndin, sum viðgjørdi lógaruppskotið frá landsstýrinum, fekk ongantíð høvi til at skriva álit, áðrenn uppskotið bleiv atkvøtt aftur úr nevnd. Nevndu grundleggjandi broytingar eru tí framdar í skundi uttan at fylgja vanligum mannagongdum fyri lóggávuarbeiði. Tí er viðkomandi at fáa at vita, um ætlanin er at fremja tillagingar í elveitingarlógini í hesi tingsetuni, og um hetta fer at verða gjørt sambært vanligu mannagongdunum fyri lógarfyrireikandi arbeiði.
Á Løgtingi, 15. januar 2025
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo