Sjóvinnustýrið: Svenska Thunbolaget hevur aftur valt at skráseta ein nýbygning í FAS. Talan er um plug-in hybrid farmaskipið Spiken, sum er 2926 BT til støddar. Hetta er sama slag av skipi sum Lidan, sum varð skrásett í FAS 30. september í ár.
Hybrid-skipanin er eitt battarí, sum minkar um brúkið av hjálpimotorum og minkar munandi um útlátið. Hybrid-skipanin ger tað eisini møguligt at minka munandi um larm, tá skipið liggur við bryggju.
Skipið lastar 5.100 DWT.
Vit ynskja Spiken vælkomnum í FAS!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo