Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Anthonius Olsen 3. juli 1935 – 31. mai 2017
Jákup Sólstein 29. apríl 1940 – 22.mars 2014

Síðani Jákup andaðist, havi eg kent á mær, at eg átti at fest nøkur fá orð á blað við eini tøkk fyri ta lutfalsligu stuttu tíð vit høvdu saman um eitt spennandi tiltak – og tó - vit møttust av og á til aðrar tíðir og tosaðu so sera væl saman. Hóast vit báðir fyrst í 1960unum arbeiddu hjá Kjølbro, so var hann í Timburhandlinum, meðan eg var á høvuðsskrivstovuni. Aftaná eg fór frá Kjølbro, kom Jákup á skrivstovuna, har hann gjørdist álitismaður og kom í tí sambandi at gerast formaður í Reiðarafelagnum, har hann hevur verið róstur fyri síni avrik av persónum, sum stóðu hesum felagsskapi nærri enn eg geri.

Seinastu árini, kom Jákup ikki so sjáldan framvið á skrivstovuni hjá mær, har vit høvdu nøkur veruliga góð prát um felagsáhugamál, sum var vinnan. Hann var positivur, vitandi og so áhugaður í øllum sum fór fram. Hann gjørdi altíð skjótt av.

Lættir og livandi heimsborgarar
Nú tá svágur hansara, Anthonius, fór um ævinleikans dyr, avgjørdi eg, at nú skal tað vera, at eg sigi nøkur fá orð um hesar báðar lit- og gávuríku svágrarnar, hesar heimsborgarar, sum vóru lættir at umgangast, livandi, visjónsríkir og vildu hava nakað at henda.

Ofta hevur verið sagt, at skulu vit finna heimsborgarar og fólk við visjónum, hava tey funnist serliga, tá fremmant blóð kom upp í leikin í fyrsta liði. Í hesum førum sigur søgan so nakað heilt annað.  Foreldrini hjá Jákupi vóru bæði úr Klaksvík og foreldrini hjá Anthoniusi bæði húsvíkingar.

Tað var sermerkti ameriski forsetin, Abraham Lincoln, sum  segði nakað soleiðis: “Tá alt er sagt, er tað ikki mongdin av árum í lívi tínum, sum telur – men mongdin av lívi í árum tínum”. – Tað kann so sanniliga sigast um hesar báðar.

Tíðin har sólin stendur hægst á himli er ikki so drúgv, hóast lívið alt kann tykjast langt! – Frá tíðini várið sprettir, gleða vit okkum til dagarnar fram móti longsta degi – so er hann har, men skamma stund eftir er hann farin aftur um bak. Hetta er menniskjalívið!

Fari í hesum viðfangi bara at taka eitt dømi um, hvussu seriøst Jákup arbeiddi.

Jákup var orðhaldin
Meðan kreppan fyrst í 1990unum legði sína køvandi hond á alt vinnulív bæði á sjógvi og á landi, og fólk um alt landið aftraðu seg at seta pening í skip, var Jákup ein av teimum djørvu, sum setti sær fyri, at keypa “Skoraberg”, og fáa hann aftur í rakstur. – Ein dagin, beint eftir yvirtøkuna, kom Jákup inn á skrivstovuna – eg sat tá sum borgarstjóri -  og sigur: “Jógvan vit eru nakrir, sum hava keypt og yvirtikið Skoraberg, har stendur ein saldo í samband við havnargjald o.a. Vit ætla at gjalda hana, men fáa ikki goldið hana nú, ber til at bíða í eina tíð”!

Satt at siga, so vórðu so nógvir pengar mistir í havnargjaldi gjøgnum tíðirnar. Øll vita, sum hava arbeitt í einum býi, sum livir av vinnuni, at hon gongur upp og niður, so sjálvandi segði eg: “Jákup, tað er fínasta lagi. Lat meg bara frætta”!  Eg sá ikki so ljóst tá, um at hesin peningur kom.  – Haldi tað gekk eitt ár, so ringdi Jákup ein dagin, sera væl hýrdur, sum altíð: “Jógvan eg havi flutt tær pengarnar í morgun, so eru vit báðir kvitt”! – Eg takkaði fyri og so prátaðu vit víðari! Eg hevði onkrar aðrar samráðingar tá við Jákup í øðrum høpi. Tað  vóru spennandi og ikki minst eisini stuttligar løtur.

Anthonius – altíð klárur at hugsa nýtt
Anthonius og eg hava havt rættuliga  tætt samskifti um mong ymisk mál gjøgnum tíðirnar. Hóast hann vildi hava “sín rætt” so vitsti hann, “nær hann skuldi geva út og nær hann skuldi taka inn”, “nær hann skuldi vera ágangandi og nær ov mikið varð kravt”, sjarmerandi sum hann var og dugdi so sera væl at taka til á sínum Sandoyarmáli!  – Ein fall veruliga fyri hansara máta at vera uppá.  Hann gekk, sum fáur upp í sítt arbeiði.

Hann saman við Juliusi Poulsen og Hans Paula Purkhús bygdu nýmótans fiskahúsið NFCS, sum hevur givið arbeiði til nógvar hendur í mong ár. Fyri fáum árum síðani seldi hann tað til Hanus Hansen, men helt fram at arbeiða har, hóast hann tá lá upp móti teimum 80 árum.

Minnist ein dagin hann ringdi til mín, hann var nokk so ágangandi tann dagin, tað var okkurt, sum hann hevði við býráðið at gera. Eg var ikki “í støtinum”,  so eg valdi bara at halda við honum, tí har var onki sum bant, so eg segði bara avhaldandi: “Ja, ja,”! Tá lat í honum: “Jógvan, ídag tími eg yvirhøvur ikki at tosa við teg, eg veit, at tú meinar onki við tað, sum tú sigur. Hetta er ganska óinteressant”! So skiltust vit tá. Hann vildi hava mótspæl.

Í 1960unu høvdu vit nógv saman, tað var um ta tíðina, tá Oddmar Juel Samuelsen, kom við hugskotinum at hava eina “messu” – Vørumessuna -  har vit tríggir Oddmar, Anthonius og eg fóru í holt við fyrstu framsýning av samanhangandi messum. Hetta var í 1967! Hendan framsýningin var á “Spinnarínum”. Tá átti Klaksvíkar Byggivirki bygningin.   Onkur framsýning  - serskilt – hevði verið bæði í Klaksvík og í Havnini mong ár áðrenn, men bara tað eina árið.  Hetta var ein ótrúliga spennandi tíð. Vit tríggir fóru eisini bragdligir til Noregs í 1968, vit hugdu tá eftir eini bilfergu nakað sunnanfyri Ålesund, tí vit mettu, at nú var tíðin komin, at bilar “skulu kunna koyra umborð”! Tað vóru nógvir fundir í Klaksvík um ta tíðina. Vit vóru bodnir við yvir, tá hekkutrolarin “Stella Kristina” var leveraður og brúktu soleiðis møguleikan.

Anthonius dugdi so ótrúliga væl at taka til, hann  lá ongantíð sjóvarfallið av sær, tá nakað skuldi fáast av skafti, men tá fleiri bygdu út í eini tíð, spurdi eg hann, tí hann tosaði um, at honum tørvaði meiri pláss: “Antines, hví byggir tú ikki út?” Hann svaraði við einum smíli, í tí hann hugdi uppá meg: “Jógvan, tá sólin fer at skína, hava fólk vanliga so góðan hug, at lata seg úr”!

Alt bar til hjá Jákupi
Fyri at nevna eitt átak, sum eg fekk høvi til at virka saman við Jákupi, var tá Sjómannadagurin í 2012 heitti á okkum báðar um at fáa sett føtur undir eina framsýning av snotuligu og væl úr hondum greiddu modellskipunum hjá Hans J. Fuglø,  sum tá vóru eini 34 í tali. Hesi modellskip stóðu ymsastaðni á føroyskum stovnum.  Framsýningin “Føroysk skipasøga – Ein framsýning” var tá í Eik-banka – ídag Betri Banka. Í hesum sambandi varð ein bók útgivin við myndum, tekstum og einum enskum samandrátti.

Alt bar til hjá Jákupi og hann kendi so nógv fólk. Hann var so lættur at samstarva við. 

Bara fyri at lýsa lætta og livandi lyndið hjá Jákupi, so var tað á eini Hornorkseturstevnu í Badmintonhøllini. Orkestrini høvdu spælt onkur føroysk løg og okkurt kanska, sum ikki var so lætt.  Jákup, musikalskur, sum fleiri í ættini,  spældi í mong ár í Klaksvíkar Hornorkestri.  So einaferð so spælir eitt av orkestrunum ein lættan Sousa-march og vit báðir møttust á gólvinum, tá rætti hann báðar hendurnar upp í tí hann sigur, lættur sum hann var: “Jógvan, HATTA ER HORNORKESTUR”!!! – Vit vóru so hjartaliga samdir.

“Gott at møta góðum monnum á álljósum degi”
Anthonius Olsen, var giftur við Dagny (fødd Sólstein) tey eiga døturnar Elsubeth, gift við Eli Poulsen og Súsonnu, gift við Karl Martin Samuelsen. Her eru 3 barnabørn.

Jákup var giftur við Borgarhjørt (fødd Hus, úr Syðrugøtu), tey eiga Jens Paula,  giftur við Siri, Pól Huus giftur við Rønn og Sjúrð giftur við    Jenny. Her eru 7 barnabørn.

Innihaldið í hesi grein er bara ein lutfalsliga stutt - men vælmeint - heilsan og skal vera tikin sum ein tøkk fyri, at mær varð unt meiri og minni at kenna og samarbeiða við hesar “spennandi svágrarnar, sum eru tagnaðir og arbeiðsdagurin er lokin”!

Sigi sum íslendingurin: “Gott er at møta góðum manni á allajósum degi”!

Harrin signi og styrki tykkum øll, ið sita eftir teimum báðum.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo