Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í komandi HM-undankapping eru Føroyar í bólki L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar - Mynd: Andras Kjartansson

FSF: Á middegi fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi HM-undankaping fyri A-landslið hjá monnum, sum er á skránni í 2025.

Føroyar komu í bólk L, saman við Kroatia ella Frankaríki, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Hvørt tað verður Kroatia ella Frankaríki, sum kemur í okkara bólk, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum teirra millum, sum verða spældir 20. og 23. mars.

Taparin verður í bólki L, í HM-undankappingini, meðan vinnarin fer í bólk D, saman við Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.

Av mótstøðulondunum hesaferð, hevur føroyska manslandsliðið ongantíð áður spælt ímóti Kroatia og Montenegro.

Bólkur L
Frankaríki/Kroatia
Kekkia
Montenegro
Føroyar
Gibraltar

HM endaspælið í 2026 verður í Kanada, Meksiko og USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo