Minesto, sum saman við SEV ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur gjørt ein film sum vísir, hvussu drekarnir verða festir í botnin.
Tað er ikki bara sum at siga tað, og krevur nógva og nýmótans tøkni, at arbeiða á botninum við stórum neyvleika og viðhvørt tá rákið er nógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo