Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Innsent: Í farnu øld var tað alt meira vanligt, at skúlabørn og skúlaflokkar fóru út at ferðast. Og í Sørvágs skúla tóku tey eisini táttin upp. Í Skúlablaðnum 10. hefti, desember 1959 s. 146-150 skrivar Leif Nolsøe frágreiðing frá skúlabarnaferðini hjá 7. flokki á sumri í 1959.

Leif hevði verið lærari í skúlanum í Hvidovre 1952-58, og har var hann komin at kenna leirskúlaskipanina.

Á heystið 1958, tá Leif var lærari í Sørvágs skúla, tosaðu hann og Tóri Skaalum, sum eisini tá var nýsettur lærari í Sørvágs skúla, um møguleikarnar fyri at røkja slíkan skúlaskap tvs. at fara á leirskúla á Danmark við føroyskum børnum. Nýggjársdag 1959 vóru 56 foreldur umframt skúlanevnd og sóknarstýrið komin saman at vita, um undirtøka var at gera eina skúlabarnaferð komandi summarið. Tað vísti seg, at 28 skúlabørn vildu vera við á slíkari ferð og ein aftrat, um hann ikki fór til sjós.

Sóknarstýrið segði seg vilja stuðla ferðini, sum var mett at kosta 12.000 kr. Børnini savnaðu síðan 5.000 kr., sóknarstýrið og landsstýrið lótu 3.000 kr. hvør og ein sjónleikur gav 3.000 kr., so her var avlop.

Fyrsta ferðin 1959
Ferðin varð skipað so, at børnini skuldu vera 7 dagar hjá skúlaflokki í Hvidovre, 4 dagar hjá skúlaflokki á bygd og 6 dagar á Knudshule leirskúla.

Børnini og lærarar fóru niður og komu uppaftur við ferðaskipinum Dronning Alexandrine.

Ferðin var ikki bara undirhald, tí børnini arbeiddu nógv, gjørdu arbeiðsbøkur við frágreiðingum við tí, sum tey høvdu sæð og hoyrt greitt frá, og tey gjørdu veðurkanningar. Best gekk arbeiðið við leirskúlavirksemi úti á landinum, tí í høvuðsstaðnum vóru upplivingarnar so nógvar, at heildarbílætið kámaðist.

Áðrenn ferðina var nógv samband við skúlan og skúlabørnini í Hvidovre. Børnini høvdu skrivað saman, og lærararnir gjørdu lýsingar av børnunum á báðum skúlunum; áhugamál, næmi o.s.fr. Hetta fyri at gera tað lættari at knýta vinarbond.

Børnini á bygdaskúlanum kendu sørvágsbørnini hinvegin ikki so væl, og tí komu tey heldur ikki at kennast rættiliga.

Sørvágsbørnini høvdu lært seg sangir og kvæði og skipað eitt hondbólts- og fótbóltslið. Og tað kann nevnast, at sørvágsliðið vann enntá tveir fótbóltsdystir, og tað bøtti um kensluna ikki at standa aftanfyri tað danska, sum tá alt tyktist meira framkomið enn tað heima í Føroyum.

Á fleiri av skúlabarnaferðunum, eisini teimum sum komu eftir ferðina 1959, vórðu gjørdar ljóðupptøkur frá ferðunum og tiknar nógvar fotomyndir. Í oktober 1959 vórðu hesar upptøkur spældar og myndir vístar fyri børnum og foreldrum í fimleikarhøllini. Og tá var longu farið undir at fyrireika eina uttanlandsferð aftur í 1961.

Uttanlandsferðir við skúlabørnum í Sørvági vóru harumframt í 1964 og í hvussu er eisini árini 1967, 1970 og 1975.

Møguleiki at uppliva ferðirnar aftur
Nú verður so høvi at uppliva nakrar av ferðunum í Kirkjuhúsinum í Sørvági vikuskiftið 16. til 18. august.

Tá fer at bera til at hoyra nevndu bandupptøkur við skúlabørnunum. Tað er Djóni Nolsøe, sonur Leif Nolsøe, sum skipar fyri.

Fyrsta kvøldið, fríggjakvøldið 16. august vera upptøkur við samrøðum við næmingar 3. og 4. flokki frá 1960 spældar. Síðan fara vit at hoyra upptøkur frá skúlabarnaferðini 1964. Fyrst frá Lynggården og síðan frá fráfaringarveitsluni í Sommersted.

Paula Joensen greiðir frá ferðini úr egnum notatum.

Leygarkvøldið 17. august eru opptøkur frá skúlabarnaferðini 1961 spældar. Upptøkur eru frá fráferðini 30. juli 1961 og frá Christianslyst/Pindstrup.

Vit hoyra eisini sjónleikirnar Onkel Toms Hytte og Fangin á Kalø. Sólrun Zachariassen fer at greiða frá um hesar skúlasjónleikirnar.

Sunnukvøldið 18. august eru upptøkur frá fráferðini 9. august 1959 og frá Knudhule lejrskole. Fráfaringarhald er á Præstemoseskole í Hvidovre við sangi og farið verður upp á gólv. Røður eru við skúlastjóranum A. Andersen, borgarstjóranum Christian Sørensen og D. Danielsen, fyrstalærara í Sørvági.

Tíð verður eisini at fáa eitt prát um minnir frá ferðunum
Øll kvøldini eru í Kirkjuhúsinum og byrjað verður kl. 19.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin, og serliga tey sum vóru við á ferðunum og avvarðandi hjá teimum. Tíð verður eisini at fáa eitt prát og greiða frá minnum frá ferðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo