Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs kommuna: Á bygdaráðsfundi 24. apríl 2024 varð samtykt, at keypa nýggjan graslíkisvøll á vøllin á Dungasandi.

Samtykt varð at keypa vøllin frá Føroya Møblasølu og er sáttmálin undirskrivaður 30. apríl 2024

Vøllurin er av slagnum Vario Slide-S Pro frá Belgiske felagnum Domo. Domo hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av kunstgrasi, ið er 5,5 cm høgt – gamli vøllurin hevði 5 cm høg grasstrá.

Tað serliga við hesum grasinum, er at tað er í tveimum løgum. Tað niðara lagið hevur skap sum ein bori ella fjøður – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. Eitt lag er so eisini omaná, ið leggur seg yvir niðara lagið – millum annað fyri at verja fylluna á vøllinum so hon verður verandi í graslíkinum.

Verandi vøllurin á Dungasandi hevur gummigranulat sum fyllu, men hetta verður ikki mett sum umhvørvisvinarligt og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur.

Eyka lagið ger, at tundrið verður liggjandi, óansæð veður og vind. Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú tá ið kavi hevur verið, á vøllum av sama slagi.

Samstarvið við Føroya Møblasølu hevur verið gott og er hetta triði vøllurin sum verður keyptur frá teimum, vallirnir á Dungasandi eru skiftir í 2005, 2017 og so í ár

Leggjast kann afturat, at tá  vøllurin á Dungasandi er skiftur,  eru allir vallirnir í Sørvágs kommunu skiftir til vallir við tundri.

Sparkivøllirnir blivu skiftir í 2022

Eftir ætlan verður byrjað at leggja nýggja graslíkisvøllin á 1. juli 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo