Vinnuhúsið: Handilsvinnufelagið hevur gjørt sáttmála við Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um at skriva søguna um føroysku handlarnar.
Nógv er skrivað um einahandilin, avtøkuna av einahandlinum og onnur handilsviðurskifti frá teirri tíðini. Tað er harafturímóti lítið skrivað um, tá handlar í hundraðtali vórðu staðsettir í teimum føroysku bygdunum og høvuðsstaðnum.
Men við sáttmálanum millum Handilsvinnufelagið og Helga Jacobsen verður skjøtul settur á hetta arbeiðið.
Umframt at fylgja søguni hjá handlunum bæði í bygd og í bý, skal bókin geva eina heildarmynd av mynstrinum hjá handlunum og handilsvinnuni frá fyrstu handlunum til dagin í dag.
Vit høvdu fyrst nakrar fáar stórar handlar, síðani fingu vit nógvar smáar og kanska miðalstórar handilsmenn og hava nú aftur nakrar stórar handlar - í summum førum við sama mynstri, sum tað byrjaði við, nevniliga úthandlum.
Aðrar broytingar sleppa eisini upp í part. Eitt skifti høvdu vit til dømis fleiri útlendskar ferðandi sølumenn. Summir vóru 'dropsmenn'. Tann gamli handilin hevði skivu, og inn um hana sluppu bara tey útvaldu. So komu sjálvtøkuhandlarnir, sum í fyrstani ivaleyst vóru avbjóðandi fyri nógvar keypmenn. Handlarnir vóru eisini leingi tað sosiala savningarstaðið, har býar- og bygdafólkið kom saman at práta. Og 'handilsmenn' vóru ikki bara menn, men eisini konufólk - og summar av teimum dugdu væl og stýrdu handlunum við harðari hond.
Miðað verður eftir at geva bókina út á heysti 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo