Veðurlagsbroytingarnar verða settar á breddan saman við øktum CO2-útláti, tá ið Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 7. til 14. mai.
Fleiri afturvendandi tiltøk eru á skránni. Fólk kunnu ogna sær vælumtókta plantupakkan til setanina, og stóru felags ruddingardagarnir verða hesaferð fríggjadagin 13. mai fyri skúlar, virkir og stovnar í Tórshavnar kommunu og leygardagin 14. mai fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur.
Skráin fyri umhvørvisvikuna verður borin øllum húskjum í kommununi í hesi vikuni. Hon sæst eisini á netinum HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo