Um tvær vikur, 1. desembur, er freistin farin fyri at søkja um stuðul úr Økistónum, sum er stuðulsskipan til føroyskar konsertfyriskiparar.
- Í summar fingu 35 fyriskiparar játtaðan stuðul, umboðandi 21 ymisk spælistøð kring allar Føroyar. Samanlagt varð søkt um gott og væl tríggjar ferðir størri upphædd enn tær 380.000 krónurnar, sum vóru í puljuni til seinasta ársfjórðing í 2024. Bæði kendir og nýggir aktørar hava víst áhuga fyri at skapa meira tónleikaligt virksemi. Sostatt kunnu vit longu í fyrstu royndartíðini vísa á, at Økistónar gera mun, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Frá fyrsta skeiði eru heilar 62 konsertir komnar á skrá í tíðarskeiðinum 1.oktobur til 1.januar.
Land og kommunur gjalda 1,- per borgara í eina stuðulsskipan, sum skal stuðla konsertvirksemi alt árið og kring alt landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo